Tað valið er av og nú má farast til verka, tí viðurskiftini her á landi loysast ikki í danska fólkatinginum. Tað stendur eitt avgerandi løgtingsval fyri framman, og helst skuldi flokkurin fingið eina framgongd, sum vil tryggja møguleikan fyri, at flokkurin kemur í eina landsstýrissamgongu.
Tí má farast til verka her og nú. Um hesin møguleiki gleppur okkum av hondum, verða tey komandi árini ring at koma ígjøgnum, ikki bara fyri flokkin, men fyri Føroya fólk.
Sum eg so mangar ferðir havi sagt og skrivað, so er javnaðarflokkurin tann besta trygging fyri tilveruni hjá okkara fólki. Vit eru ein arbeiðara- og fiskimannaflokkur og á tí almenna økinum vilja vit tryggja okkara fólki eina góða tilveru. Tey, sum hava bygt hetta samfelag, skulu vita, at ellisár teirra skulu verða trygg. Tað gerst við tí, at vit skulu tryggja arbeiði til allar hendur bæði á sjógvi og landi. Vit skulu tryggja okkara útróðrarmonnum og fiskimonnum góðan fiskaprís, soleiðis at tilvirkanin verður her heima. Tá tað er framt, kunnu vit eisini tryggja okkara eldru teirra ellisár.
Flokkurin er í framgongd og hevur fingið løgtingslimir, sum vóru valdir á lista verkamannafylkingar. Tað at henda tilgongd er framd uttan val, er bara gott, um tað verður soleiðis, at tað heldur til eitt val, tí verkamannafylkingin var eitt mótmæli ímóti tí politikki, sum flokkur okkara førdi, og persónliga haldi eg, at tann kritikkur var rættur, men nú er tað lagt afturum, so nú er at líta framyvir, sum vil vera ein styrki fyri verkamannafjøldina. Standa vit saman, vinna vit á mál. Tí eitt má vera greitt, at tað eru nógvir vandar á ferðini. Hinir flokkarnir liggja ikki á lætu síðuni. Teir hava havt landsfundir og frá teimum ljóðar greitt, at nú skal loysingin takast og við tað, at tær stóru broytingarnar eru farnar fram í sambandsflokkinum, so er tað ikki bert spurningur um samband ella loysing, eisini á hesum økinum hevur okkara flokkur tey greiðastu boðini.
Tjóðveldisflokkurin hevur aftan á landsfundin greitt sagt frá, at einasta gongda leiðin er loysingin, og at teir bert fara í samgongu, um hetta verður framt. Ein so avgjørd støða til eitt so stórt álvarsmál, ger tað torført aftan á løgtingsvalið at finna eina arbeiðssama samgongu, tí flokkur okkara er ikki ein loysingarflokkur, somuleiðis hevur fólkaflokkurin, helst fyri ikki at standa aftan fyri tjóðveldið á tí tjóðskaparliga, eisini boðað frá loysing. Tó hevur hvørgin flokkurin útgreinað, hvussu hetta í veruleikanum skal skiljast. Tað fíggjarliga grundarlagið undir slíkari avgerð fyriliggur ikki.
Ein loysing við donskum stuðli er væl ikki tað, sum hesir flokkar hava í huganum. Verður tað so, at loysingarflokkarnir vinna valið, so mugu teir fremja í verki tað, sum teir hava boðað frá, og tað kemur at kosta. Tí verður tað sera áhugavert, tá sagt verður frá loysingarflokkunum, at teir hava ætlanir klárar. Spurningurin verður, hvør skal gjalda, og hvar skal skerjast.
Sambandsflokkurin hevur stórar trupulleikar, sum eru sjálvgjørdir. Vit vóru í samgongu við teir, men føldu okkum ikki heima har, tí tað var ógjørligt at koma við nýhugsan. Um tað var gøjrt, so var hóttan við vali frammi. Nú sigur flokkurin frá, at teir eru til reiðar at fremja nýhugsan á tí ríkisrættarligu støðuni. Bara tað ikki er ov seint, nú loysingarflokkarnir føra seg fram. Tað kann ikki sigast, at sambandsflokkurin livdi upp til slagorð sítt við seinasta val: »Vit hava loysnirnar«, innanhýsis trupulleikarnir í flokkinum siga frá, at teir hava ongar loysnir.
Teirra drepandi innanhýsis maktstríð er í veruleikanum at harmast um. Við øllum hesum, sum er framt á tí politiska vøllinum, eigur nú javnaðarflokkurin at leggja fólkatingsvalið aftur um seg og fara til arbeiðis. Veruleikin er tann, at okkara flokkur, um rætt verður borið at, kann fáa ta styrki, sum krevst fyri at fremja tiltøk heildini at gagni, og við tí stuðli, sum nú kemur aftur frá verkamannafylkingini, kunnu vit vísa og fremja í verki tað, at okkara flokkur er ein fiskimanna- og verkamannaflokkur, og er ein flokkur, sum byggir tilveruna á okkara ríkisrættarligu støðu, sum tryggjar okkum samstarv til gagns fyri Føroya fólk.
Sverre Midjord