Gev okkum bara »Dúgvuna«!

Nú hevur verið tosað og skrivað nógv aftur og fram, um at Strandferðslan hevur ætlanir um at seta »Dúgvuna« í sigling í fýra vikur fyri »Smyril« tann 20. apríl.

Hetta hevur ført til stóra ónøgd. Onkur hevur kravt at fáa »Norrönu« í suðuroyarsigling, og tað seinasta, sum er komið fram er, at Tvøroyrar býráð ætlar at sýta »Dúgvuni« atløgupláss, sum um tað ikki eru aðrar havnir í Suðuroynni.

Er hetta ikki eitt øgiligt hysterí? Sama slag av hysterí, sum vit kenna í Vágum og í Norðoyggjum?

At tosa um at seta »Norrönu« í suðuroyarsigling er ørvitistos. Hvussu skulu bilar og farmur fáast í land, tá ikki er leggjandi at á Drelnesi? Hvør skal gjalda fyri leiguna, sum ikki verður bílig? Kanska við at tvífalda ferðaseðlaprísirnar?

Nei, lat okkum fáa bæði beinini niður aftur á jørðina og ikki liva og láta sum um vit enn eru í 80-unum. Hava vit als einki lært???!!!


Kai Vágfjall