Læra at samskifta við krabbameinssjúklingar

Komandi vikuskifti skipar Føroya Felag Móti Krabbameini fyri skeiði, har evnið er kommunikatión

Skeiðið verður á Hotel Eiði í døgunum 27. til 29. mars. Við á skeiðnum verða 8 fólk, læknar og sjúkrasystrar frá tí føroyska heilsuverkinum.

Skeiðið hevur til endamáls at gera luttakararnar betur førar fyri at samskifta við krabbameinssjúklingar og álvarsliga sjúk.

Útgangsstøðið fyri skeiðnum er:

-at fáa eina fatan av at gott samskifti millum lækna og sjúkling er av avgerandi týdningi fyri góða viðgerð, og at tørvurin á góðum samskifti er størri, tess sjúkari sjúklingurin er.

-tey flestu starvsfólkini innan heilsuverkið í dag hava ikki fingið nakra skipaða undirvísing í hesum evni, men mugu sjálv finna ein hóskandi hátt at klára ta ofta torføru støðu tað kann vera, at tosa við ein álvarsliga sjúkan.


Skeiðið er komið í lag í samstarv við NCU, Nordisk Cancer Union, ið er ein felagsskapur av teim norðurlendsku krabbameinsfeløgunum. Hetta er ein liður í eini norðurlendskari verkætlan hjá NCU at útbúgva og betra starvsfólk innan heilsuverkið at samskifta við krabbameinssjúklingar. Undirvísari á skeiðnum verður danin Anders Bonde Jensen Ph. d., yvirlækni á Onkulogiskari deild á Kommunuhospitalinum í Århus.

Skeiðið byggir á undirvísingarháttin hjá tí kenda bretska psykiataranum Peter Maguire, ið starvast á Christi Cancer Hospital í Manchester. Hann hevur í nógv ár ment og prógvað tey góðu úrslitini av hesum undirvísingarhætti, ið byggir á at skeiðluttakararnir sjálvir eru virknir og fáa møguleika at royna nýggjar samskiftishættir.