Várkonsertin hjá Føroya Symfoniorkestri 1998

Solistur: Johannes Andreasen í stórverkinum »Keisarakonsertin« av Ludvig van Beethoven. Harumframt tann vælumtókta symfoniin »Klokkan« av Joseph Haydn, og »Adagio fyri Strúkarar« av amerikumanninum Samuel Barber

Hetta er fjúrtanda árið, at FSO bjóðar til várkonsert, og hesa ferð við eini skrá, sum evnir um tvey av allarkendastu verkunum frá wienerklassikarunum Haydn og Beethoven, og síðani eitt verk úr okkara øld av amerikanska tónasetaranum Samuel Barber.


»Adagio fyri Strúkarar«

av Samuel Barber

Amerikanskur klassiskur tónleikur hevur ikki langa siðvenju. Fyrstu veruligu klassisku tónasetararnir so sum Ives, Copland, Griffis o.a. byrjaðu í seinnu helvt av 19. øld. Teir eru, sum vera man, ávirkaðir av europeiskum tónleiki, men eisini av upprunaligum afrikanskum tónleiki og rútmum. Ein av teimum, sum er kanska meira ávirkaður av tjúgunda aldar tónasetarunum sum Schönberg, Bartok o.ø. er Samuel Barber, føddur 1910. Hann hevur skrivað eina strúkikvartett, har adagiosatsurin er vorðin standandi, serliga í eini versjón fyri strúkiorkestur. Hetta er eymur og fínligur tónleikur við sjáldsomum lagdámi, og verður hetta fyrsta verið á skránni hjá FSO.


»Keisarkonsertin« av

Ludvig van Beethoven

Ein meira stórbær konsert fyri klaverið enn fimta klaverkonsertin í Es-dur, opus 73, sum Beethoven fullførdi í 1809, finst valla. Konsertin hevur tilnavnið »Keisarakonsertin«, og kanska ikki av tilvild.

Hetta árið var sera ófriðarligt í Wien. Býurin var kringsettur av heri Napoleons keisara, og bústaðurin hjá Beethoven lá tætt við býarmúrin, og har hoyrdust skot og dundur frá kanónunum dagin langan. Gangurin var óførur, so Beethoven sigur, at hann mátti flýggja niður í kjallaran hjá beiggja sínum. Beethoven skrivar: »Eg havi ikki fingið nógv á skaftið, her er alt so karlagið ? larmur og ólevnaður, trummur, kanónir, hermenn og vesaldómur«. Og hóast tað, so skrivar Beethoven fleiri av sínum bestu verkum júst hetta árið. At henda konsertin er ikki sørt »hernaðarkend« er kanska ikki so løgið. Tað lá í tíðini, at tónasetarar tá skrivaðu verk við goturdundri, trompetsignalum og marsjrútmum. Kanska er ikki einki av hesum at hoyra í hesi klaverkonsertini við tí máttmikla og marsjkenda rútmikkinum.

Fyrsti satsurin er tann rúgvusmiklasti ella longsti, byrjandi við víðspennandi kadensum, har solisturin eins og fevnir um alt instrumentið, áðrenn orkestrið rættiliga sleppur framat. Tað máttmikla grundtemaið fær eitt mótspæl í einum heldur veikari lag í moll ? ber bráð av einum fjarljómandi syrgimarsji ? men beinanvegin kemur eitt játtandi petti í dur. Av tí at tað í satsinum eru so nógvar »fríar« improvisatiónir, so finst eingin serlig »solistkadensa« í verkinum, men Beethoven hevur sjálvur sett inn eina stutta kadensu, so heldur ikki í fylgjandi satsunum finst nøkur sovorðin.

Annar satsurin byrjar við einum blíðum, skaldsligum lag í orkestrinum, sum solisturin síðani tekur um og ger burtur úr við heldur dreymakendum hugflogi. Aftan á eina nakað trilvandi byrjan fer satsurin ? ein rondo ? rúkandi avstað við einum frískligum og sera skarpleittum lag.


Haydn í London

Seinasta verið á skránni er Symfoni nr. 101 í D-dur av Joseph Haydn. Hetta er ein av teim sokallaðu London-symfoniunum. Tær eru tólv í tali, og eru liður í eini konsertrøð, sum Haydn varð biðin um at halda í London í árunum 1791-95. Hann var biðin um at koma til London av violinistinum og konsertfyriskiparanum Solomon. Umframt seks symfoniir, var hann harafturat biðin um at skriva tjúgu smærri verk. Sjálvan nýggjársdag í 1791 kom hann til London, men ikki slapp hann undir konsertrøðina beinavegin, tí har vóru nógvir konsertfyriskiparar, og teir royndu at leggja teimum ymsar forðingar. M.a. lupu teir út í orð, at Haydn, sum tá var 58 ára gamal, var vorðin dølskur og púra í afturferð. Men Haydn nýtti tíðina at komponera og venja, og sjálvur spældi hann á fiól týdningarmikil petti úr verkunum at vísa teimum í orkestrinum, hvussu hann vildi hava tey framførd. Londonbløðini skriva: Tá tann stóri dagurin endiliga kom, var ikki endi á fagnaðinum. Teir listamenn, sum Solomon hevði fingið í orkestrið, vóru frálíkir, og orkestrið var nógv størri, enn Haydn var vanur við hjá Esterhazy. Har vóru ikki færri enn nakrir og fjøruti tónleikarar, 16 violinir, 4 violair, 3 celli og 4 kontrabassar umframt blásararnar. Sjálvur var Solomon konsertmeistari og spældi á eina Stradivariusviolin, sum Corelli hevði átti, og Haydn leiddi orkestrið frá cembaloinum. Ein Dr. Burney, sum hoyrdi konsertina, átti bert stór orð, tá hann ummældi konsertina, og segði hann Haydn at hava eina »elektriserandi ávirkan« á áhoyrararnar, og at teir vóru so hugtiknir, at tað nærkaðist uppreistri. Og Morning Chronicle endaði sítt ummæli við vónini um, at hetta størsta musikalska unikum og genius mátti fáast at búseta seg í Onglandi.


Symfoni nr. 101

»Klokkan« av

Joseph Haydn

Verkið varð frumframført í Haymarket-Theatre í London 4. mai í 1794 og er ein av mest avhildnu av symfoniuunum hjá Haydn. Hon byrjar við einum seinførum inngangi, men tað er tað meira káta síðutemaið, sum valdar í fyrsta satsinum, sum endar við eini langdrignari coda. Symfoniin hevur fingið navn eftir tí dikkandi pendulundirspælinum í øðrum satsinum. Hesin satsurin er býttur sundur í trý, fyrsti og seinasti parturin hava sjálvt temaið, meðan miðparturin stendur í moll og gevur møguleika fyri nýggjum tilfari. Hvørja ferð temaið kemur, so hoyrast dikkandi pendulsløgini. Síðani kemur tann frískliga menuettin og at enda ein vælljómandi finala í rondoformi. Eisini her fer Haydn yvir í moll eina løtu, at geva nýtt tilfar, men hann finnur væl aftur á rásina og endar í einum ljómandi D-dur.


Konsertin verður í Norðurlandahúsinum sunnudagin 29. mai kl. 16, og dirigentur verður Martin Mourit-sen.


Alex Sólstein