Ein spurningur um virðing

Tá Fólkatingið í dag skal velja formannin, eru tvey valevni í uppskoti. Tey eru Birthe Weiss í Sosialdemokratiska flokkinnum og Ivan Hansen í Vinstraflokkinum. Vanliga vinnur stjórnarflokkurin hetta valið, men um tað skal eydnast, er Jóannes Eidesgaard tungan á vágskálini

Tað er formaðurin i Fólkatinginum, sum skipar tað parlamentariska arbeiðið í tinginum.

Hetta er eitt partapolitiskt ópolitiskt umsitingarligt starv, sum kortini nógv orka verður lagt í at fáa avgreitt á rættan hátt.

Vanliga er tað ein politikari frá stjórnarflokkinum, sum fær starvið, men hesaferð er øðrvísi.

Vinstraflokkurin og hervið andstøðan hevur sett Ivan Hansen í uppskoti til formanssessin, og stjórnarflokkarnir vilja hava Birthu Weiss at verða formann.


Stjórnarkabaln skal ganga upp

Poul Jensen, løgfrøðingur í Fólkatinginum, sigur við Sosialin, at formanssessrin í Fólkatinginum ofta verður nýttur, til tess at fáa stjórnarkabaluna at ganga upp. Tí verður tað oftast ein politikari í stjórnarflokkunum, sum fær hetta starvið. Tað hevur eisini týdning fyri ymsu nevndarsessirnar í Fólkatinginum.

Hann veit ikki við vissu, hvussu tað hevur gingið hesaferð at skipa stjórn, men heldur, at um Birthe Weiss ikki var í uppskoti til formanssessin í Fólkatinginum, so hevði hon fingið ein ráðharrasess. Tí hevur tað týdning í virðingini fyri stjórnini og Birthe Weiss, at hon verður vald til formann í Fólkatinginum.


Lutakast um Jóannes ikki atkvøður

Tá vit tosaðu við Fólkatingið í gjár, vistu tey har at siga, at Óli Breckmann hevði sagt seg atkvøða fyri Ivan Hansen, men eisini, at Jóannes Eidesgaard vildi atkvøða fyri Birthe Weiss.

Nú hevur Jóannes Eidesgaard sagt, at hann ikki fer at atkvøða, og so verður helst lutakast um, hvør skal hava sessin.

­ Tað verður eitt sindur harmiligt fyri stjórnina, um teirra uppskot ikki vinnur frama.

­ Stjórnin missir í virði, men tað hevur als einki við sjálvt tingarbeiðið sum so at gera. Harnæst er formanssessurin vanliga ein spurningur um persónar. Tann, sumverður valdur, er ein virðiligur og dugnaligur persónur.


Bæði valevnini eins høgt í metum

­ Ikki fyri tað, øll í Fólkatinginum kunnu liva við bæði Ivan Hansen og Birthe Wiess í foramnssessinum. Tey eru eins høgt í metum, men bert vil stjórin royna at fáa sítt valevni í henda sessin, sigur Poul Jensen.

Formaðurin í Fólkatinginum verður valdur hvørt ár í oktober mánaða, og tá verður præsidie eisini valt av nýggjum.

Hevur formaðurin og formansskapurin gjørt dygdargott arbeiði, so verða tey afturvald.

Vanliga hevur sum sagt verið umboð fyri stjórnarflokkarnar í formanssessinum í Fólkatinginum.

Tá tað einaferð hevur verið meirluti at velja ein formann, so verður hann oftast sitandi øll fýra árini, av tí at hesin meirlutin er galdandi so leingi sum stjórnin situr.

Hvørt tað verður Ivan Hansen ella Birthe Wiess, sum skal sita í formanssessinum, verður avgjørt á middegi í dag.