Um arbeiðsrætturin kemur, skulu vit hava í huga, at arbeiðsgevarin kann krevja at fakfelagið skal betala bót, hóast hann ikki kann prógva, at hann hevur mist pening.
Hetta er ein av niðurstøð- um hjá sakføraranum hjá Føroya Arbeiðarafelag.
Til aðalfundin hjá FA hevðiu sakførarin hjá felagnum, Páll Nielsen gjørt eina frágreiðing um rættarskipanina á arbeiðsmarknaðinum.
Í frágreiðingini greiðir hann fyrst frá rættarskipanini, sum hon er nú. Hann greiðir síðani frá muninum á arbeiðsrætti og vanligu dómstólunum. Hann greiðir frá, hvat arbeiðsrættur er, fyrimunum og vansum við honum og, hvørja ávirkan ein føroyskur arbeiðsrættur fer at fáa.
Tekur sær bara av tulkingum
Eftir skipanini, sum nú er, tekur gerðarrætturin sær bara av ósemjum um, hvussu sáttmálin skal tulkast.
Sakførarin sigur, at hetta merkir, at gerðarrætturin ongantíð kann gera úrskurð um, at ein sáttmáli er brotin, og hann kann hvørki áleggja arbeiðsgevarum, ella fakfeløgum endurgjald.
Úrskurðurin í einum gerðarrætti er endaligur og kann tí ikki kærast nakrastaðni.
Hinvegin taka dómstólarnir sær av øllum øðrum trætumálum, sum kunnu stinga seg upp ímillum fakfeløg og arbeiðsgevarar og ímillum løntakara og arbeiðsgevara.
Talan kann t.d. vera mál um brot á sáttmálan og spurningar um, antin annar parturin skal veita hinum endurgjald. Eisini eru tað vanligu dómstólarnir, sum viðgera mál, har ið løntakari krevur inn lønarágóða frá arbeiðsgevarunum.
Í Føroyum byrja øll mál í Føroya Rætti. Avgerðin í Føroya Rætti kann altíð kærast fyri landsrættin. Er talan um stórt mál, kann avgerðin í landsrættinum eisini kærast fyri Hægstarætt.
Er talan um minni mál, kann tað bara kærast fyri landsrættin eftir serligt loyvi.
Tvs, at øll hava ta trygdina at tey kunnu royna málið í tveimum rættum, viðhvørt trimum.
Borðið fangar
Sakførarin hjá Føroya Arbeiðarafelag sigur hinvegin, at ein arbeiðsrættur er ein serdómstólur, sum bara dømir í heilt ávísum málum. Harafturat er hann uttanfyri vanligu rættarskipanina.
At hann er uttanfyri vanligu rættarskipanina ber m.a. í sær, at avgerðirnar í arbeiðsrættinum eru endaligar, og kunnu tí ikki kærast fyri hægri rætt.
Somuleiðis merkir tað, at dómararnir í arbeiðsrættinum sita bara eitt ávíst áramál. Hinvegin kunnu dómarar við vanliga dómstólin bara koyrast frá við dómi.
Og harafturat hevur almenningurin bara avmarkaða atgongd at fylgja við, táið mál verða viðgjørd í arbeiðsrættinum.
Vanliga verður sagt, at tað hevur stóran týdning fyri rættartrygdina,at ein avgerð kann roynast í fleiri rættum, sigur sakførarin hjá Føroya Arbeiðarafelag.
Eisini verður sagt, at fyri rættartrygdina hevur tað týdning, at dómarar ikki tilvildarliga kunnu sigast úr starvi. Tí so er vandi fyri, at teir ikki fara at kenna seg heilt óheftar av tí myndugleika, sum setir teir í starv - og sum eisini hevur heimild at koyra teir frá.
Tí er tað ásett í sjálvari grundlógini, at dómararnir við vanligu dómstólarnar bara kunnu sigast úr starvi við dómi.
Tað verður eisini hildið at hava stóran týdning fyri rættarstrydina, at rættarfundirnir eru almennir so at almenningurin, og ikki minst fjølmiðarnir, kunnu fáa innlit í, hvussu rætturin arbeiðir, og, hvussu málið hjá tí einstaka verður viðgjørt.
Kunnu fáa bót
Sakførarin hjá Føroya Arbeiðarafelag sigur, at forsprákarar fyri arbeiðsrætti siga, at ein arbeiðsrættur arbeiðir skjótt. Og samfelagsliga er tað ein fyrimunur, sum vigar upp ímóti tí vansa, at avgerðirnar kunnu ikki kærast fyri hægri rætt.
Afturímóti hava fakfeløgini víst á, at tey halda at tað er ein vansi, at dómararir í arbeiðsrættinum sita bara í trý ár.
Somuleiðis halda tey tað vera ein vansa, at rættarformaðurin - sorinskrivarin, ella ein lógfrøðingur, sum hann tilnevnir- tekur avgerð um, hvørjir fýra av vanligu dómarunum skulu døma í tí einsataka málinum.
Tey halda eisini, at tað er ein vansi, at ósemjur um, hvussu sáttmálin skal tulkast, eisini skulu avgerðast í arbeiðsrættinum, har í sáttmálin onki sigur um gerðarrætt.
Fakfeløgini halda somuleiðis, at tað er ein vansi, at dómararnir í arbeiðsrættinum eru endaligir, og tí ikki kunnu kærast fyri hægri rætt.
Og tey halda eisini, at tað er ein vansi, at arbeiðsrætturin kann leggja bót á tey, sum hava verið við í sáttmálabroti.
Sakførarin skoytir uppí, at ofta verður skotið afturímóti og sagt, at avgerðirnar í gerðarrættinum eru eisini endaligir, og kunnu heldur ikki kærast fyri hægri rætt.
Men her skulu vit hava í huga, at gerðarrætturin bara kann viðgera ósemjur um, hvussu sáttmálin skal tulkast. Og er t.d. eitt fakfeløag ónøgt við avgerðina, kann tað siga sáttmálan upp, tá ið samráðingar skulu vera, og at samráðast um at fáa orðingina burtur, sum tað er ónøgt við.
Munur á bót og endurgjaldi
Sakførararnir vísa á, at tað er munur á endurgjaldi og bót.
Reglurnar fyri endurgjaldi eru, at bert tann kann krevja endurgjald, sum hevur mist pengar orsaka av atburðinum hjá einum øðrum.
Hetta merkir, at tann, sum krevur endurgjald, skal prógva, at hann hevur havt fíggjarligt tap, og at hetta tap stavar frá einum ella øðrum, sum onkur annar hevur gjørt.
Kann hann ikki føra prógv fyri báðum, fær hann heldur onki endurgjald.
Hinvegin er ein bót ein revsing fyri at hava gjørt okkurt ólógligt.
T.d. kunnu fólk, sum bróta inn og stjala, fáa bót.
Sakførarin hjá FA sigur, at í uppskotinum, sum hevur verið frammi um føroyskan arbeiðsrætt, stendur, at arbeiðsrætturin kann døma tann at gjalda bót, sum hevur verið við í sáttmálabroti.
Vandin fyri slíkari bót er, at arbeiðsrætturin kann áleggja einum felag bót, hóast arbeiðsgevarin ikki kann prógva, at hann hevur mist pengar.
Somuleiðis skulu vit hava í huga, at avgerðirnar hjá arbeiðsrættinum eru endaligar.
Tí kann tann, sum fær bót, ikki kæra avgerðina fyri hægri rætti, hvussu misnøgdur hann so enn er við avgerðina.
Óneyðugt at føra prógv
Spurningurin er so, hvørja ávirkan ein føroyskur arbeiðsrættur fær.
Sakførararnir hjá FA siga, at havast má í huga, at arbeiðsgevararnir eru sera hugaðir fyri at fáa arbeiðsrætt.
Tað er neyvan av tilvild, tí helst vænta teir sær at fáa nyttu burturúr arbeiðsrættinum.
Vit skulu eisini hava í huga, at hóast fakfeløg hava lagt arbeiðið niður ímeðan sáttmálin hevur verið í gildi, hava arbeiðsgevararnir, so vítt kunnugt, ongantíð sett fram krav um endurgjald.
Ein grund kann vera, at arbeiðsgevararnir hava havt ilt við at ført neyvt prógv fyri, at teir hava mist pening.
Men eisini kunnu útlitini til, at føra eina rættarsak, sum kanska varir í vey, trý ár, gera sítt til, at arbeiðsgevarar aftra seg við at leggja sak.
Men verður arbeiðsrættur settur á stovn, skulu vit hava í huga, at arbeiðsgevarin kann krevja, at fakfelagið skal betala bót, hóast hann ikki kann prógva, at hann hevur havt peningaligan miss.
Somuleiðis fer málsviðgerðin at taka nógv styttri tíð.
Hetta kann føra við sær, at arbeiðsgevarar nógv oftari fara at leggja sak.
Og tá ið teir ikki skulu føra prógv fyri hvørjari krónu, teir hava mist pengar, kann hugsast, at teir nógv oftari eisini fara at royna at fáa pengar burturúr sakunum.
Víðkaðan gerðarrætt
Afturímóti arbeiðsrætti, hava fakfeløgini í fleiri ár heldur mælt arbeiðsgevarunum til at taka upp samráðingar um ein víðkaðan gerðarrætt.
Ætlanin við hesum er, at tann víðkaði gerðarrætturin skal hava nakrar av heimildunum, sum arbeiðsrætturin í grannalondum okkara hevur.
Hjá okkum liggja hesar heimildir sum nevnt hjá vanligu dómstólunum.
Tó ætla fakfeløgini ikki, at gerðarrætturin skal kunna áleggja nøkrum bót.
Fakfeløgini halda ikki, at ein skipan, sum verður smoygd niðuryvir partarnar á arbeiðsmarknaðin, fer at virka.