­ Vit verða bumbaðir aftur í 70 árini

Tað gerst alt meira torført hjá bilførarum at hava taxakoyring sum vinnuveg. Seinast er reglugerðin fyri hýruvognskoyring broytt og løgd niðan í tingið, og sum er steinur omaná byrðu, sigur Magnus Fuglø, formaður í felagnum

Eru tað fólk, sum vóru ónøgd við at løgmaður útskrivaði val, so eru taxa- bilførarar ikki millum teirra.

Orsøkin er, at eitt uppskot um lógarbroyting í hýruvognsreglugerðini varð lagt niðan í tingið, uttan at felagið hjá bilførarunum vistu av tí. Formaðurin fekk aftaná bræv frá Fíggjarmálastýrinum og Toll-& Skattstovuni, við upplýsing um málið.

Áðrenn hetta hendi, var formaðurin saman við einum nevndarlimi á fundi við deildarstjóran í Toll- og Skattstovuni, um viðurskiftini í reglugerðini.

­ Vit høvdu okkara hugsan um, hvussu ein slík broyting kundi gerast, men fingu at vita á fundinum, at ein arbeiðsbólkur varð settur í Tinganesi at endurskoða reglugerðina, sigur Magnus Fuglø.

­ Vit frættu ongantíð aftur um málið. Ikki fyrr enn nú, tá uppskotið um lógarbroyt er gjørt. Stórt var vónbrotið, tá vit vóru greiðir yvir, at nýggja reglugerðin er einki minni enn eitt endurprent av gomlu reglugerðini, sum var í gildi frá 70 árunum og fram til 1993.


Ógjørligur vinnuvegur

- Eftir hesum reglum verður tað ógjørligt at reka taxavinnu, og tað eru vit ógvuliga harmir um, sigur Magnus Fuglø.

­ So vítt vit duga at síggja, so hevur arbeiðsbólkurin als ikki megnað at evna reglugerðina soleiðis til, at báðir partar kunnu góðtaka hana.

­ Bólkurin er farin um garðin, har hann er lægstur. Eftir broytingaruppskotinum hevur bólkurin tikið gamlar reglur við, sum vóru í gildi frá 70 árunum.

- Hetta er einki minni enn ein fíggjarlig gøla fyri hýruvognsførarar, sum við hesum verða bumbaðir 25 ár aftur í tíðina.


Heppið at uppskotið dettur burtur

­ Vit eru sjálvsagt ógvuliga fegnir um at løgmaður útskrivaði val, so hetta uppskotið nú dettur burtur.

Aksturvinnufelagið Samfylking hevur júst havt ársaðalfund. Hetta var sama dag sum formaðurin fekk brævið frá fíggjarmálastýrinum um lógaruppskotið.

­ Nýggja lógaruppskotið setir so strong krøv til hýruvognsførarar, at tað er ein spurningur, hvørt tað ber til at reka taxakoyring sum vinnuveg.

­ Við at taka gomlu reglurnar frá 70 árunum fram aftur, ber als ikki til.

Tá koyrdi hvør lærari hýruvognskoyring í frítíðini, bert fyri at fáa persónbilin undir vinnurekandi bil, fyri at fáa endurgjald frá skrásetingini.

­ Nú hava vit hóast alt við galdandi reglum fingið staðfest, at tað bert eru bilførarar, sum hava taxakoyring sum vinnu burturav, ið kunnu fáa part av vanliga keypsprísinum fyri bilin endurgoldið.

­ Tí vilja vit krevja, at núgaldandi reglugerð verður verandi í gildi, fyri ikki at koma aftur í somu støðu, sum vit vóru í 70 árunum, sigur Magnus Fuglø.