línuskipið Sandshav á Sandi við fólki, sum vilja síggja, hvussu nútímans línuveiða gongur fyri seg. Hetta forvitnisliga tiltak er partur av skránni fyri oktoberhugnan, sum er á Sandi í dag. Ivasamt var,
áður, og tað vísir vísir seg, at tað kiksar ikki. Hóast væl av vindi var í morgun, og tað í løtum var rímiliga illfýsið, fóru fólk stundisliga av húsum og vóru við til góða morgunmatarborðið á Mørkini Miklu [...] Í samband við oktoberhugnan, sum byrjaði á Sandi í gjár og sum heldur fram til langt út á sunnunáttina, bjóðaði Sands kommuna til stórt og vælbúgvið morgunmatarborð á Mørkini Miklu í morgun. Høvi var at [...] at fáa sær morgunmat frá klokkan 10 til 12, og her møtti ein heilur hópur av fólki. Her vóru eldri fólk, fólk í bestu árum og heilar familjur við børnum. Øll fingu ein góðan morgunmatarbita við góðum viðskera
hoppiborgir eru inni á flakavirkinum úti í Støð, og her verður opið til klokkan 20 í kvøld. Myndaframsýning av bátum og skipum, sum er í Undirhúsinum á Munkinum, verður opin til klokkan 18. Í løtuni er fiskikapping [...] klokkan 04 í nátt. - Vit ynskja øllum, ungum sum eldri, hjartaliga vælkomnum til oktoberhugnan á Sandi, siga fyrireikararnir, sum eru Sands kommuna, Ungmannafelagið Virkið og B71.
smakkiroyndir úr laksi frá Marine Harvest á Sandi. Tiltakið varð fyriskipað í samband við oktoberhugnan, sum Sands kommuna, Ungmannafelagið Virkið og B71 skipa fyri á Sandi. Oktoberhugnin byrjaði í gjár og hevur [...] Hafnia borðreiddu við smakkiroyndum úr laksi hjá Marine Harvest, var sera væleydnað. Her møttu hópin av fólki, sum fingu høvi at royna royktan laks í ymiskum forvitnisligum útgávum. Her var royktur laksur [...] umfari hevur felagið valt at leggja orkuna í royndirnar at ala á Sandsvág. Marine Harvest hevur gjørt av at leggja tveir aliringar á Sandsvág í vetur fyri at kanna, hvussu teir klára seg móti seigu vesturættini
Soleiðis tók Hanus G. Johansen til, tá hann hevði sungið fyrsta sangin á pallinum á flakavirkinum á Sandi í kvøld. Og her vóru eisini nógv fólk, bæði menn, kvinnur og børn. Tiltakið við Hanusi G. Johansen [...] smakkiroyndir úr laksi. Hanus sang í somu hølum á flakavirkinum, sum smakkiroyndirnar vóru - og beint inn av hølunum, har børnini høvdu hugnað sær í hoppiborg. Longu, tá Hanus G. Johansen fór á pallin, var nógv
slíkan túr, har menn, kvinnur og børn vóru partur av manningini. - Men, tá vit koyrdu oman á bryggjuna - meira fyri at rigga skipið av - var dekkið longu fult av fólki. Eg spurdi tey, um tey hildu, at vit skuldu [...] og alt gekk upp á stás. Skiparin sigur, at túrurin tók tað mesta av tveimum tímum, og tá Sandshavið stevndi innaftur í havnina á Sandi, vóru fleiri fólk á bryggjuni sum spurdu, um teir ikki fóru at gera [...] menn. Elstu "dekkararnir" hendan túrin vóru tveir brøður á Sandi, harav annar er farin um tey áttati. - Eg vil siga, at hetta var ein blandingur av fólki - alt frá børnum, ungum dreingum og gentum, bøndrum
var kvøldseta í Virkinum, og her møttu heilt nógv fólk, eitt nú til at síggja gamlar kykmyndir av Sandi. - Leygarmorgunin byrjaði við morgunmati á Mørkini Miklu. Hetta er eitt tiltak, sum eydnast betri [...] góðum dansi í Virkinum, har stúgvandi fult var av fólki. Eg haldi, at hóast veðurgudarnir spældu okkum eitt puss leygardagin, eydnaðist oktoberhugnin á Sandi sera væl, staðfestir borgarstjórin. [...] - Eg haldi, at oktoberhugnin eydnaðist serstakliga væl. Ringa veðrið merkti sjálvandi onkur av tiltøkunum í skránni, men samanumtikið sigraði hugnin á veðrinum. Tað sigur Brandur Sandoy, borgarstjóri í
er, at ikki er ráðiligt at gera eina verju frammanfyri bakkanum uttan at gera kanningar av undirlendinum fyrst. Av tí at talan partvís er um sandstrond, er ikki ráðiligt at leggja grót út sum verju, uttan [...] uttan at kanna ávirkanina á alduviðurskiftini. Harumframt er ein natúrligur flutningur av sandi fram við strondini, sum eisini kann broytast. - Eftir tilmæli frá Landsverk hevur Sands kommuna samtykt at [...] sum hesin stubbin handlar um, tíð. Gjøgnum nógv ár hevur tað víst seg at bakkin á Sondum heima á Sandi máast burtur. Nú er bakkatromin komin so langt inn, at vandi er fyri at fornminni fara fyri skeytið
landinum, sigur Brandur Sandoy, borgarstjóri. Sands kommuna var í langa tíð sera tyngd av skuld og var kommunan undir umsiting av Fíggjarmálaráðnum, við tað at skuldin var yvir eina álíkning. Við árslok 2014 var [...] aftur. Brandur Sandoy, borgarstjóri, sigur, at í ár fer kommunan at rinda 1,1 milliónir krónur aftur at av skuldini.
Leygardagin verður seyðasýning á Sandi, har óheftir sýnsmenn koma suður at sýna og meta um hornaseyð í oynni. Tór Karlonsson Winther, ein av fyrireikarunum, sigur, at bóndur og seyðaeigarar annars hava [...] hava høvi at møta við vektina á vestara fiskavirkisbygninginum Úti í Støð á Sandi leygarmorgunin frá klokkan 8 til 10. - Tað er hornaseyður - í flestu førum brundsseyður - sum verður sýnaður og mettur, bæði [...] hjá sýnsmonnunum. Tór Karlonsson Winther sigur, at seyðir, sum vinna virðislønir á seyðasýningini á Sandi leygardagin, eisini eru við í landsumfatandi seyðasýningini, sum verður seinni.