Hugnaðu sær í 28 m/sek.

Eyðvarur Petersen, skipari á Sandshavinum, sigur, at túrurin í gjár eydnaðist stak væl hóast vánaligu líkindini.

Í samband við oktoberhugnan á Sandi í gjár og fyrradagin, gjørdi línuskipið Sandshavið ein túr við áhugaðum um middagsleitið í gjár. Tá tíðin nærkaðist til, at skipið skuldi loysa, var rættiliga nógvur vindur, og ivasamt var, um túrurin gjørdist veruleiki. 

 

Skiparin á Sandshavinum, Eyðvarur Petersen, fór tí saman við øðrum at hyggja, hvussu líkindini vóru, og niðurstøðan hjá teimum var, at veðrið var einki serligt til ein slíkan túr, har menn, kvinnur og børn vóru partur av manningini.

 

- Men, tá vit koyrdu oman á bryggjuna - meira fyri at rigga skipið av - var dekkið longu fult av fólki. Eg spurdi tey, um tey hildu, at vit skuldu loysa. Tey søgdu, at tey heldur vildu uppliva lívið umborð á einum línuskipi, soleiðis sum tað er enn at fara í land aftur.

 

Eyðvarur Petersen sigur, at túrurin eydnaðist stak væl hóast vánaligu líkindini, og skipið var fullmannað, sum hann tekur til. Siglt varð út móti Djúpadali, og á veg inneftir aftur settu teir einar 1200 húkar, egndir við høgguslokki.

 

- Húkarnir vóru stutt við botnin, til drigið varð aftur. Men, vit fingu so nakrar fiskar. Onkra brosmu og longu og nakrar góðar toskar. Eg haldi, at øll vóru nøgd og glað fyri túrin, og alt gekk upp á stás.

 

Skiparin sigur, at túrurin tók tað mesta av tveimum tímum, og tá Sandshavið stevndi innaftur í havnina á Sandi, vóru fleiri fólk á bryggjuni sum spurdu, um teir ikki fóru at gera ein túr aftrat.

 

- Men, vit gjørdu bert tann eina túrin. Ein, eg tosaði við, segði mær, at vindurin á Brekkuni Stóru, tá vit løgdu út úr havnini á Sandi um middagsleitið, var 28 m/ sek. Gjørdu vit ein túr aftrat, høvdu vit fingið trupulleikar við rákinum, eins og tað hevði verið skýmligt, tá vit komu aftur at landi.

 

Eyðvarur Petersen sigur, at við á túrinum í gjár vóru fleiri ungir dreingir um 10-14 ára aldur. Her vóru onkur pør, og her vóru gentur, kvinnur og menn. Elstu "dekkararnir" hendan túrin vóru tveir brøður á Sandi, harav annar er farin um tey áttati.

 

- Eg vil siga, at hetta var ein blandingur av fólki - alt frá børnum, ungum dreingum og gentum, bøndrum, handilsmonnum til pensjónistar, sigur skiparin á Sandshavinum.