Náttúran er ikki til at spæla við og vit síggja javnan tað oyðileggjandi megi, sum hon kann hava, tað verið seg við stormi, vindi, aldu ella, sum hesin stubbin handlar um, tíð.
Gjøgnum nógv ár hevur tað víst seg at bakkin á Sondum heima á Sandi máast burtur. Nú er bakkatromin komin so langt inn, at vandi er fyri at fornminni fara fyri skeytið. Fornfrøðiligar rannsóknir á staðnum hava víst, at leivdir eru eftir búsetingum úr 4. øld á staðnum. Hetta eru elstu prógv um búseting í Føroyum, og talan er tí um sera týðandi fornminni, sum fornfrøðingar eru samdir um mugu verjast. Harumframt stendur eitt gamalt gróthús bert ein metur frá bakkatromini og verður einki gjørt, fer bakkin undan tí. Hetta er við øðrum orðum meinlíkt tí hóttan, sum fornminni og múrurin í Kirkjubø eru fyri.
Fornminnissavnið hevur gjørt kanningar í bakkanum, og hevur í tí sambandi roynt at tryggja bakkan, tá arbeiðið var liðugt. Grót var flutt úr fjøruni niðan móti bakkanum, men hetta hevur ikki verið nóg góð trygging av bakkanum.
Landssverk hevur tí verið á staðnum saman við Fornminnissavninum og kannað málið. Niðurstøðan hjá Landsverk er, at ikki er ráðiligt at gera eina verju frammanfyri bakkanum uttan at gera kanningar av undirlendinum fyrst. Av tí at talan partvís er um sandstrond, er ikki ráðiligt at leggja grót út sum verju, uttan at kanna ávirkanina á alduviðurskiftini. Harumframt er ein natúrligur flutningur av sandi fram við strondini, sum eisini kann broytast.
- Eftir tilmæli frá Landsverk hevur Sands kommuna samtykt at biðja um játtan frá Føroya Landsstýri fyri 2016 á kr 250.000, har ein partur er til projektering og ein partur til tey tiltøk, sum skulu gerast fyri at tryggja bakkan, sigur Brandur Sandoy, borgarstjóri á Sandi.