Oktoberhugni sigraði á veðrinum

- Hóast veðrið spældi okkum eitt puss, er semja um, at oktoberhugnin eydnaðist sera væl, sigur Brandur Sandoy.

- Eg haldi, at oktoberhugnin eydnaðist serstakliga væl. Ringa veðrið merkti sjálvandi onkur av tiltøkunum í skránni, men samanumtikið sigraði hugnin á veðrinum.

 

Tað sigur Brandur Sandoy, borgarstjóri í Sands kommunu.

 

Hann vísir á, at fríggjakvøldið var kvøldseta í Virkinum, og her møttu heilt nógv fólk, eitt nú til at síggja gamlar kykmyndir av Sandi.

 

- Leygarmorgunin byrjaði við morgunmati á Mørkini Miklu. Hetta er eitt tiltak, sum eydnast betri og betri hvørja ferð. Heilt nógv fólk vóru og fingu sær morgunmat, og her var nógv og hugnaligt prát millum bygdafólk og avbygdafólk.

 

Brandur Sandoy sigur, at túrurin við línuskipinum Sandshavinum var eitt tiltak, sum sera stórur áhugi var fyri.

 

- Tey, sum vóru við henda túrin, vóru á einum máli um, at tað varð stuttligt og forvitnisligt at uppliva sjólívið, soleiðis sum tað veruliga er - og við eitt sindur av rulli, nú veðurgudarnir ikki vóru so blíðir hesa løtu.

 

Laksarættirnir hjá alifelagnum Marine Harvest vóru sera væl umtóktir, og nógv fólk vitjaðu á fiskavirkinum til laksasmakking. Í framhaldi av laksasmakkingini fór Hanus G. Johansen á pallin í somu hølum, og eftir tað var felagssangur.

 

Brandur Sandoy vísir á, at sjáldan áður man so nógv fólk hava verið inni í vestara fiskavirkisbygninginum í senn, sum seinnapartin leygardagin og út á leygarkvøldið.

 

- Leygarkvøldið endaði við góðum dansi í Virkinum, har stúgvandi fult var av fólki. Eg haldi, at hóast veðurgudarnir spældu okkum eitt puss leygardagin, eydnaðist oktoberhugnin á Sandi sera væl, staðfestir borgarstjórin.