Leskiligir laksabitar

Tey vóru mong, sum seinnapartin í dag nýttu høvi at fáa sær smakkiroyndir úr laksi á Sandi.

Tey vóru mong, sum seinnapartin í dag nýttu høvi at fáa sær leskiligar smakkiroyndir úr laksi frá Marine Harvest á Sandi. Tiltakið varð fyriskipað í samband við oktoberhugnan, sum Sands kommuna, Ungmannafelagið Virkið og B71 skipa fyri á Sandi.

 

Oktoberhugnin byrjaði í gjár og hevur hildið fram í allan dag. Klokkan 20 í kvøld var felagssangur á flakavirkinum, og klokkan 21 var fýrverk skotið. Í kvøld er eitt tiltak eftir á skrá, og tað er dansurin í Virkinum, sum byrjar klokkan 23.30 og heldur fram til klokkan 04 í nátt.

 

Tiltakið á flakavirkinum, sum byrjaði klokkan 16, tá kokkar og tænarar hjá Hotel Hafnia borðreiddu við smakkiroyndum úr laksi hjá Marine Harvest, var sera væleydnað. Her møttu hópin av fólki, sum fingu høvi at royna royktan laks í ymiskum forvitnisligum útgávum.

 

Her var royktur laksur, marineraður við agurk og bláberum, royktur laksur marineraður við reyðrót, ingefer og lakrids, royktur laksur marineraður við appelsin, melón, piparrót og sitrón, og her var roykt laksasalat.

 

Tað var í fjør, at alifelagið Marine Harvest fekk fótafesti í Sandoynni. Felagið fekk nývunna loyvið at ala á Sandsvág. Loyvið fevnir bæði um Sandsvág og Skúvoyarfjørð. Í fyrsta umfari hevur felagið valt at leggja orkuna í royndirnar at ala á Sandsvág.

 

Marine Harvest hevur gjørt av at leggja tveir aliringar á Sandsvág í vetur fyri at kanna, hvussu teir klára seg móti seigu vesturættini. Eftir ætlan fer felagið at seta út laksasmolt á Sandsvág komandi vár.

 

Seinnapartin í dag vóru tað so kokkar og tænarar hjá Hotel Hafnia sum vegna Marine Harvest borðreiddu við áðurnevndu smakkiroyndum úr laksi, og her høvdu øll tey mongu, sum vitjaðu tiltakið, høvi at fáa sær av øllum tí, tey høvdu hug til.