- Stuttligt at syngja fyri so mongum

Tað segði Hanus G. Johansen, tá hann hevði sungið fyrsta sangin á pallinum á Sandi í kvøld.

- Tað er stuttligt at syngja fyri so nógvum fólki.

 

Soleiðis tók Hanus G. Johansen til, tá hann hevði sungið fyrsta sangin á pallinum á flakavirkinum á Sandi í kvøld. 

 

Og her vóru eisini nógv fólk, bæði menn, kvinnur og børn.

 

Tiltakið við Hanusi G. Johansen var beint eftir, at Marine Harvest í tveir tímar hevði bjóðað leskiligar smakkiroyndir úr laksi.

 

Hanus sang í somu hølum á flakavirkinum, sum smakkiroyndirnar vóru - og beint inn av hølunum, har børnini høvdu hugnað sær í hoppiborg.

 

Longu, tá Hanus G. Johansen fór á pallin, var nógv fólk í hølunum, og tað var neyvan nakar, ið fór útaftur, meðan frálíki fólkasangarin var á pallinum millum klokkan 18 og 19 í kvøld.