sigur, at hann er fyri at leggja kommunur saman, tí endamálið við tí má vera, at kommunur fáa fleiri øki at umsita. Nevnt hevur verið, at kommunur skulu fáa skúlaverkið, heilsuverkið og onnur øki at umsita [...] Sjálvur heldur hann, at kommunurnar eisini eiga at fáa onnur málsøki at umsita, sum náttúrliga hoyra heima hjá kommununi at umsita. Hann heldur eisini ,at tað er náttúrligt, at kommunurnar fáa ein størri [...] talsmaður fyri at leggja Suðuroynna í tvær kommunur, tí hon er tvær náttúrligar eindir. Hann sigur, at bygdaráðið fer ikki at viðgera spurningin um at broyta kommunubygnaðin enn. Tað er ongin grund at leypa framav
neyðugt at hendan royndin fer at kosta nakað eyka. Hon sigur, at grundarlagið undir ætlanini er at taka útgangsstøðið í teimumevnum, sum hvør næmingur hevur, og at menna tey. ? Næmingarnir koma so at verða [...] royndunum, sum ætlanin er at fara undir. Hon sigur, at ætlanin er at savna teir veiku næmingarnir, sum eru í framhaldsdeildini, í ein serflokk. Ein máti at gera tað uppá, er, at savna tímarnar, sum teir [...] næmingarir hava og, útfrá tí, at geva teimum nakrar førleikar, sum tey kunnu fara úr skúlanum við. Tó heldur hon, at tað er ein stórur vansi, at tað gongur so strilti at fáa sertímar til veikar næmingar
eisini, at nettupp Drelnes er best egnaða plássið til oljuútgerðarhavn. Nógv bendir eisini á, at tað verður við markið norðan fyri bretsku oljukeldurnar, at oljufeløgini fara at bora. Tvs. at tað tí verður [...] stytsta leið at sigla á Tvøroyri. Eisini tá talan er um at flyta fólk millum flogvøll og útgerðarskip. Heri Mortensen vísir eisini á, at verður ein oljudálking á boriøkinum, so hevur tað alt at siga at kunna [...] alla oynna. Hann metir eisini, at básurin hjá Norserv (tað er verkætlanin fyri Drelnes) vakti stóran ans á oljumessuni. -Tað er einki skeivt í tí at siga, at vit vóna, at ein offshorebasi verður til veruleika
demokratunum fer at verða so stórt, at eisini onnur heykahøvd fara at rulla, eitt nú Bolton, ið er umboðið hjá USA í ST. Júst amerikanska valið kann vera ein borgan fyri, at politikkurin fer at verða endurskoðaður [...] mikil stór hóttan, at neyðugt er at fáa londini í økinum at hava ein meira virknan lut í at fáa frið. Hetta kann tykjast eitt sindur bakvent, nú nettupp hesi lond hava fingið skyldina fyri at stuðla uppreistri [...] fortreyt fyri at lata hurðar upp og dialogin í gongd aftur. Tað er eingin loyna, at ”heykapolitikkurin” hjá Rumsfeld hevur ikki hjálpt til at fáa frið í Irak, tvørturímóti. Roknast má við at trýstið frá
taka evnið upp, er, at tað tykist, sum at fólka hava lyndi til at undirmeta trupulleikan við happing í Føroyum. Hon vísir á, at tað eru greiðar ábendingar um, at happingin ikki er minni her hjá okkum enn [...] hetta, at 1-2 næmingar í hvørjum skúlaflokki verða happaðir dagliga ella fleiri ferðir um vikuna. Turið Kjølbro, blaðstjóri á skúlablaðnum, sigur, at ein av orsøkunum til, at Skúlablaðið hevur valt at taka [...] týdningarmeiri, enn at øll føroysk skúlabørn hava tað gott í skúlanum, og at happing als ikki verður góðtikin. Eitt er, at barnið, sum ikki hevur tað gott, ikki lærir ella hevur bindini til at vera í skúla.
novembur varð enn ein roynd gjørd at endurskoða skipanina og tá eydnaðist ikki at forða fyri, at løgtingið fekk málið til viðgerðar, sjálvt um tað varð roynt at forða fyri at tað kom til viðgerðar. Men áðrenn [...] er neyðugt at neyðugt at endurskoða als, so at hon verður betri. Tað staðfestir Ingeborg Vinther, forkvinna í Føroya Arbeiðarafelag, á aðalfundinum í felagnum um vikuskiftið. Hon harmast um, at tað hevur [...] strilti at endurskoða ALS, hóast tað nú eru 16 ár síðani, at skipanin varð sett í verk í ringastu kreppuárum í Føroyum. Fleiri royndir eru gjørdar, men politisk mótstøða hevur verið ímóti yvirhøvur at taka
Eftir at fleiri hava vent sær til mín, sum ikki skiltu hvat eg meinti við, at Øssur Winthereig var »løddur« politiskt, kenni eg meg noyddan at útdýpa tann pástandin. Besti máti at gera tað, er at samanlíkna [...] førdi til, at Nixon forseti legði frá sær. Um vit hugsa okkum at forsetaval bleiv útskrivað minni enn tveir mánaðar eftir at gølan var avdúkað. At Nixon sjálvur skuldi vera við í valdystinum. Og at partamenn [...] báðar undir at arbeiða við eittans endamáli, at sverta Nixon. Og vit ímynda okkum, at bert eittans sjónvarpsrás var í USA, eins og hjá okkum. So er tað tó ógjørligt hjá mær at ímynda mær at Bernstein ella
serliga saknað, at fakfólk sleppa at siga teirra hugsan, og at bygginevndin kemur við einari ítøkiligari frágreiðing um ætlanina, sigur Kristian Magnussen. Hann vísir á, at pappír er takksamt, og at tað er lætt [...] einfalt at fáa ting at síggja gott út á pappírinum, men samstundis leggur hann eina við, at tá 1.300 fólk skulu koyrast saman í einum skúladepli, at tá má man hugsa seg um. Kristian Magnussen heldur, at ein [...] hvussu tað møguliga kann koma at síggja út. Onki um innihald, pláss og so framvegis, sigur Kristian Magnussen. Hann sigur, at hann fer at krevja av landsstýrismanninum, at málið verður lýst betur, og so
tunnilin letur upp, eri eg vísur í at tey fara at koma at forvitnast, men tað er okkara uppgáva at syrgja fyri, at tey tíma at koma aftur. Og tað gera vit bara, um vit royna at hava sama vøruútboð og somu somu [...] At Klaksvíkingar fara aðrastaðni at keypa er ikki nakað nýtt, heldur Jógvan Jacobsen, sum dagliga rekur handilin J.H. Møblar í Klaksvík. Tað hava teir altíð gjørt, og at teir framvegis gera tað, er ofta [...] uppliving í sær sjálvum at fara ein túr til Havnar. - Eg haldi ikki sjálvur, at vøruúrvalið í Klaksvík er so vánaligt, sum tú ofta hoyrir, men tað skal ikki vera nøkur umbering fyri, at vit handilsfólk, ikki
heldur stjórin í Vinnuhúsinum ikki, at hetta fer at fáa tær stóru broytingarnar. - Onkur kann hugsa, at hetta fer at gera tað torført hjá fakfeløgunum at fáa fólk at seta seg sum limir. Men eg vænti tað [...] undir trýst og at tey fara at royna at trýsta lønina niður. Serliga í kreppustøðum sum í nítiárunum við stórum arebeiðsloysi, kann onkur hugsa, at arbeiðsgeavarar fara at trýsta fólk til at melda seg úr [...] staðfestir, at hetta er eitt mál, sum arbeiðsgevararnir fara at taka upp, tí mannarættindadómstólin eiga vit at halda. Tað fara teir at gera næstu ferð, samráðingar vera næsta vár. - Vit meta, at hetta er