Myndugleikar undirmeta happing

Í Skúlablaðnum hesuferð er stórt tema um happing. Blaðstjórin Turið Kjølbro sigur, at blaðið kennir tað sum sína skyldu at taka trupulleikan upp og vísir á, at tíverri tykist tað sum, at hvørki politiskir ella skúlamyndugleikar taka happing í nóg stórum álvara

Tað er ikki hugaligur lesnaður í Skúlablaðnum hesuferð, har stóra evnið er happing. Tungar persónligar lagnur, har at dagligur ágangur hevur máað alt sjálvsálit burtur hjá barninum, alt ímeðan ein kanning vísir, at bara onkur einstakur føroyskur fólkaskúli roynir ítøkiliga at taka hond um trupulleikan. Og hjá evsta skúlamyndugleikanum, Mentamálaráðnum, tykist lítil hjálp verða at heinta.
Happing kann fyribyrgjast
Hóast ongin kanning er gjørd av, hvussu umfatandi happing er í føroyska fólkaskúlanum, hava vit onga orsøk at halda, at trupulleikin er minni hjá okkum enn aðrastaðni. Brúka vit til dømis nýggju kanningina hjá Børnerådet og Dansk Center for Undervisningsmiljø sum mátistokk, merkir hetta, at 1-2 næmingar í hvørjum skúlaflokki verða happaðir dagliga ella fleiri ferðir um vikuna.
Turið Kjølbro, blaðstjóri á skúlablaðnum, sigur, at ein av orsøkunum til, at Skúlablaðið hevur valt at taka evnið upp, er, at tað tykist, sum at fólka hava lyndi til at undirmeta trupulleikan við happing í Føroyum. Hon vísir á, at tað eru greiðar ábendingar um, at happingin ikki er minni her hjá okkum enn í hinum londunum, heldur kanska meiri umfatandi. Í okkara grannalondum verður arbeitt miðvíst við at fyribyrgja happing og at koma happing til lívs, bæði við lóg og føstum mannagongdum úti í skúlunum. Og kanningar vísa, at tað hevur minkað happingina munandi, t.d. í Noregi minkaði happingin við einum helmingi eftir tveimum árum, tá skúlarnir av álvara fóru í hernað móti trupulleikanum. Kortini meta føroyskir mynduleikar, at tað eru aðrir meir átrokandi spurningar og mál, sum eiga at verða raðfest hægri, og vit síggja eisini, at tað eru skúlar, sum als ikki taka happing í álvara, sigur Turið Kjølbro
- Í mínum hugaheimi er einki týdningarmeiri, enn at øll føroysk skúlabørn hava tað gott í skúlanum, og at happing als ikki verður góðtikin. Eitt er, at barnið, sum ikki hevur tað gott, ikki lærir ella hevur bindini til at vera í skúla. Annað er, at happing kann hava óbótaligar avleiðingar fyri barnið, sum verður happað. Tí metir Skúlablaðið tað vera sína skyldu at varpa ljós á happing, sigur Turið Kjølbro.