Watergate og Frostgate

(ískoyti til viðmerking mína um SVF og valstríð)

Jón Tyril


Eftir at fleiri hava vent sær til mín, sum ikki skiltu hvat eg meinti við, at Øssur Winthereig var »løddur« politiskt, kenni eg meg noyddan at útdýpa tann pástandin. Besti máti at gera tað, er at samanlíkna við vælkendu Watergate Gøluna.
Teir báðir tíðindamenninir Bernstein og Woodward avdúkaðu gøluna, sum førdi til, at Nixon forseti legði frá sær. Um vit hugsa okkum at forsetaval bleiv útskrivað minni enn tveir mánaðar eftir at gølan var avdúkað. At Nixon sjálvur skuldi vera við í valdystinum. Og at partamenn Nixons alment høvdu lagt teir báðar undir at arbeiða við eittans endamáli, at sverta Nixon. Og vit ímynda okkum, at bert eittans sjónvarpsrás var í USA, eins og hjá okkum. So er tað tó ógjørligt hjá mær at ímynda mær at Bernstein ella Woodward høvdu verið bidnir at vera vertir fyri eftirfylgjandi valdystinum í sjónvarpi. Hetta tí, at hóast teir báðir vóru framúr góðir tíð-inda-menn, og hava verið mongum fyrimyndir síðan avdúkingarnar, so høvdu teir verið alt ov "løddir", ladaðir politist, til at tað hevði verið forsvarligt at givið øðrum av teimum leiklutin at stýra amerikanska valinum. Fólk høvdu havt ilt við at sæð ígjøgnum teirra leiklutir undan valinum. Teir høvdu verið litaðir í fólksins eygum og sjálvandi serliga í eygunum hjá partamonnum Nixons. Teir høvdu verið løddir við politikki. Og fólk høvdu hildið teir runnið ørindi fyri mótstøðumenn Nixons, hóast teir ikki gjørdu tað. Tí vildi tað verið sera stutthugsað og óheppi av sjónvarpsrásini at sett annan av teimum í starv sum vert fyri valstríðnum. Bæði fyri trúvirði sjónvarpsins, fyri trúvirði hjá tídindamonnunum sjálvum og fyri allan valdystins skuld. Á júst sama hátt meti eg, at Øssur Winthereig, hóast framúr journalistiskar dygdir, er alt ov politist løddur til at stýra føroyska valkjakinum 2004. Hetta var tað mítt bræv snúði seg um fyrst og fremst.

P.S. Eg skuldi ikki havt byrjað mítt skriv við at finnast at øðrum viðurskiftum við sendingunum, so sum stoppuri og øðrum. Tað hevur ørkymlað fleiri og forða teimum at sæð hvat eg meinti við.