Arbeiðsmarknaður
- Tað skal vera sjálvboðið um ein løntakari er limur í fakfelag ella ikki.
Tað er niðurstøðan í einum dómi, sum nú er felagur í altjóða mannarættindadómstólinum í Haag.
Eisini føroyar eru fevndar av mannarættindadómstólinum og tí ávirkar ein slíkur dómur eisini arbeiðsmarknaðin í Føroyum.
Og Jan Mortensen, stjóri Vinnuhúsinum staðfestir, at hetta er eitt mál, sum arbeiðsgevararnir fara at taka upp, tí mannarættindadómstólin eiga vit at halda.
Tað fara teir at gera næstu ferð, samráðingar vera næsta vár.
- Vit meta, at hetta er eitt mál ímillum partarnar á arbeiðsmarknaðinum. Men megna vit ikki at loysa tað, er tað ein spurningur, hvat politiski myndugleikin ger, tí tað er hann, sum hevur ábyrgdina av, at vit halda mannarættindasáttmálan.
Væntar ikki stórar broytingar
Annars heldur stjórin í Vinnuhúsinum ikki, at hetta fer at fáa tær stóru broytingarnar.
- Onkur kann hugsa, at hetta fer at gera tað torført hjá fakfeløgunum at fáa fólk at seta seg sum limir. Men eg vænti tað ikki, tí tað hevur eisini stórar fyrimunir at vera limur í fakfeløg, tí tey hava jú bæði lívstrygging, eftirlønarskiparnir og aðrar sosialar skipanir.
Tað kann eisini hugsast, at arbeiðsgevarar fara at leggja arbeiðsfólk undir trýst og at tey fara at royna at trýsta lønina niður. Serliga í kreppustøðum sum í nítiárunum við stórum arebeiðsloysi, kann onkur hugsa, at arbeiðsgeavarar fara at trýsta fólk til at melda seg úr fakfelag og at arbeiða fyri undirløn. Tann, sum ikki letur seg kroysta, kann altíð sigast upp, tí tað standa altíð nógv fólk, sum eru klár at taka arbeiðið
Men tað stúrir Jan Mortensen heldur ikki fyri.
- Vit hava øll ein stóran fyrimun av at hava ein vælskipaðan arbeiðsmarknað. Ein vælskipaður arbeiðsmarknaður hevur stóran týdning, tí tað vísir seg, at har arbeiðsmarknaðurin ikki er so vælskipaður, elvir til størri arbeiðsloysi. Men tað merkir ikki, at vit kunnu stavnsbinda fólk, sum vit gera nú










