Nýggjar royndir við veikum næmingum

Vágs Skúli hevur í umbúna at savna teir veiku næmingarnar í framhaldsdeildini í ein serflokk

? Skulu vit menna veikar næmingar, er tað neyðugt at taka støðið í teimum evnum, sum hvør næmingur hevur.

? Hinvegin eru tað menningarmøguleikar í hvørjum einasta næmingin.

Hendan hugsjónin er hornasteinurin í eini roynd, sum Vágs Skúli nú ætlar sær undir.

Á økisfundinum hjá Javna í Suðuroynni mánakvøldið, greiddi Maud Benjardøgg, sernámsligur ráðgevari í suðuroyar syðru helvt, frá royndunum, sum ætlanin er at fara undir.

Hon sigur, at ætlanin er at savna teir veiku næmingarnir, sum eru í framhaldsdeildini, í ein serflokk.

Ein máti at gera tað uppá, er, at savna tímarnar, sum teir veiku næmingarnir fáa til serundirvísing til felags tímar til ein serflokk.

Sostatt er tað ikki neyðugt at hendan royndin fer at kosta nakað eyka.

Hon sigur, at grundarlagið undir ætlanini er at taka útgangsstøðið í teimumevnum, sum hvør næmingur hevur, og at menna tey.

? Næmingarnir koma so at verða saman ein part av tíðini, men viðhvørt koma teir eisini at verða saman við sínum hinum floksfeløgum.

Hjá næmingunum í hesum serflokkinum er ætlanin sostatt ikki at hugsa so nógv um bóklig úrslit og próvtøkur.

Hinvegin er ætlanin at menna tey evni, sum næmingarir hava og, útfrá tí, at geva teimum nakrar førleikar, sum tey kunnu fara úr skúlanum við.

Tó heldur hon, at tað er ein stórur vansi, at tað gongur so strilti at fáa sertímar til veikar næmingar.

? Men eg haldi kortini, at hevur lærarin tann rætta hugburðin, ber til at fáa nógv gott burturúr teimum tínum, sum eru.

Hon vísir eisini á, at tann, sum hugsar positivt sær nógvar møguleikar í fólkaskúlalógini-eisini í teirri gomlu skúlalógini frá 1979.

Hon segði, at sjálvandi er tað lættari at skipa ein serflokk í einum stórum skúla, enn tað er í einum lítlum skúla.

? Men kemur tað so fyri at fleiri næmingar hava fáa serundirvísing, skuldi borið til at lagt tímarnar saman, hvussu fáir teir so eru, segði Maud Benjardøgg.

Í einum komandi blaði fara vit at hoyra meiri um økisfundin hjá Javna í Suðuroynni.