-Við mínum drúgvu royndum frá fiskivinnuni eri eg sannførdur um, at okkara samfelag eisini hevur tørv á íkasti frá onkrari aðrari vinnu. Ein komandi oljuvinna er eitt gott boð í so máta.
Heri Mortensen heldur tó, at vit mugu ansa eftir ikki at gloyma fiskivinnuna, hóast ein nýggj vinna sum oljan tekur dik á seg. Fiskivinnan hevur verið og vil framhaldandi at vera okkara høvuðsálit, og tí vil hon altíð vera nr. 1. Men nú olja og gass tykist liggja goymt í føroysku undirgrundini eiga vit eisini at troyta hesi ráevni heldur hann.
Heri Mortensen nýtti høvi at kunna seg um oljuvinnu á altjóða støði á oljumessuni í Aberdeen. Hann dylur ikki fyri, at hjarta fyrst og fremst brennir fyri eini oljuútgerðarhavn á Drelnesi. Tí er Heri Mortensen eisini sera fegin um tað arbeiði, sum longu er lagt í eina oljuútgerðarhavn á Drelnesi, sum hann metir kann fáa alstóran týdning fyri alla oynna. Hann metir eisini, at básurin hjá Norserv (tað er verkætlanin fyri Drelnes) vakti stóran ans á oljumessuni.
-Tað er einki skeivt í tí at siga, at vit vóna, at ein offshorebasi verður til veruleika her á Tvøroyri. Sjálvur haldi eg eisini, at nettupp Drelnes er best egnaða plássið til oljuútgerðarhavn. Nógv bendir eisini á, at tað verður við markið norðan fyri bretsku oljukeldurnar, at oljufeløgini fara at bora. Tvs. at tað tí verður stytsta leið at sigla á Tvøroyri. Eisini tá talan er um at flyta fólk millum flogvøll og útgerðarskip.
Heri Mortensen vísir eisini á, at verður ein oljudálking á boriøkinum, so hevur tað alt at siga at kunna koma skjótt á staðið. Antin mást tú hava stytstu leið at sigla, ella mást tú hava skip á staðnum, sum er útgjørt til at taka sær av slíkari dálking.
-Vit mugu gera okkum greitt, at oljan uttan iva fer at verða eitt alternativ til fiskivinnuna.
Í sambandi við oljumessuna í Aberdeen nýttu umboð fyri Tvøroyrar Kommunu høvi til at vitja í Peterhead. -Ynskið okkara er at fáa eitt samstarv í lag við býin og serstakliga á fiskivinnuøkinum.