Sumbingar vilja ikki hoyra talan um at leggja kommunur saman.
Bygdaráðið í Sumba hevur ikki viðgjørt spurningin um kommunusamanlegging, síðani kommununevndin hjá landsstýrinum legði álitið fram um famtíðar kommunubygnaðin í Føroyum, har tað verður lagt upp til kommunusamanlegging so at tað framyvir skulu verða einar 7-9 kommunur í Føroyum.
Størsta kjakið um samanlegging hevur verið í Suðuroynni, tí spurningurin er, um hon skal vera ein, ella tvær kommunur.
Men hóast bygdaráðið ikki hevur viðgjørt málið, hava bygdaráðslimir tosað um tað á fundi.
Jacob Vestergaard, bygdaráðsformaður, sigur, at av teimum fimm bygdaráðslimunum, eru tað fýra, sum ikki vilja hoyra talan um at leggja saman.
Tað er bara bygdaráðsformaðurin sjálvur, sum er fyri samanlegging.
Jacob Vestergaard sigur, at hann er talsmaður fyri at leggja Suðuroynna í tvær kommunur, tí hon er tvær náttúrligar eindir.
Hann sigur, at bygdaráðið fer ikki at viðgera spurningin um at broyta kommunubygnaðin enn.
Tað er ongin grund at leypa framav. Enn er long tíð eftir, og tað er ongin grund til at viðgera málið fyrenn eitt ítøkiligt útspæl er komið úr landsstýrinum, so vit vita, akkurát, hvør ætlanin er. Tí tað er ikki fyrrenn tá, at vit ava okkurt ítøkiligt at viðgera. Enn er talan bara um eitt álit, sigur hann.
Bygdaráðsformaðurin sigur, at hann er fyri at leggja kommunur saman, tí endamálið við tí má vera, at kommunur fáa fleiri øki at umsita.
Nevnt hevur verið, at kommunur skulu fáa skúlaverkið, heilsuverkið og onnur øki at umsita.
Sjálvur heldur hann, at kommunurnar eisini eiga at fáa onnur málsøki at umsita, sum náttúrliga hoyra heima hjá kommununi at umsita.
Hann heldur eisini ,at tað er náttúrligt, at kommunurnar fáa ein størri part av skattinum at umsita til umsiting útbyggingar í kommununum. T.d. áttu kommurnar sjálvar at umsitið upphæddina, sum landsverkfrøðingurin nú hevur . Alt hetta hevði styrkt kommunurnar, munandi, ikki minst í útjaðaranum, tí tað hevði givið okkum tað, vit kanska mangla allarmest: Almenna umsiting og almenn arbeiðspláss.










