At Klaksvíkingar fara aðrastaðni at keypa er ikki nakað nýtt, heldur Jógvan Jacobsen, sum dagliga rekur handilin J.H. Møblar í Klaksvík. Tað hava teir altíð gjørt, og at teir framvegis gera tað, er ofta bara av gomlum vana, og eisini tí tað kanska ofta er ein uppliving í sær sjálvum at fara ein túr til Havnar.
- Eg haldi ikki sjálvur, at vøruúrvalið í Klaksvík er so vánaligt, sum tú ofta hoyrir, men tað skal ikki vera nøkur umbering fyri, at vit handilsfólk, ikki kundu gjørt okkara arbeiði betri, sigur Jógvan.
Jógvan vísir á, at tað kemur sera sjáldan fyri, at tú sært lýsingar í sjónvarpinum frá handlum í Klaksvík. Og sum heild heldur hann, at handlarnir í Klaksvík kundu marknaðarført seg nógv betri.
Mugu hava okkurt at bjóða
Jógvan vísir á, at ein handilsmiðstøð í sær sjálvum loysir ongan trupulleika, um handilsfólk ikki broyta hugburð mótvegis tí, at reka handil.
Tænastustøðið má hækka, og so mugu vit gera okkum greitt, at tá tunnilin kemur, eru vit í kapping við alt landið, sigur Jógvan, sum ikki ivast í, at ferðasambandið um Leirvíksfjørð í løtuni er størsta orsøkin til, at fleiri avbygdafólk ikki koma til Klaksvíkar til handils.
- Tá tunnilin letur upp, eri eg vísur í at tey fara at koma at forvitnast, men tað er okkara uppgáva at syrgja fyri, at tey tíma at koma aftur. Og tað gera vit bara, um vit royna at hava sama vøruútboð og somu somu ella betri tilboð, enn tey hava aðrastaðni.
- Eitt er í hvussu er vist, og tað er, at handilslívið í Klaksvík ikki longur kann dúva uppá lokalumráðið her norðuri. At ferðast um Leirvíksfjørð er ein partur av gerandisdegnum hjá nógvum Klaksvíkingum, og við tunnilinum verður tað bara uppaftur lættari ? eisini at fara til handils. Og sum støðan í handilslívinum er í dag, vænti eg, at uppaftur fleiri Klaksvíkingar, enn áður, fara brúka hendan møguleikan til at gera síni ørindir aðrastaðni, sigur Jógvan Jacobsen.










