Oddagrein· Endurskoða Irakpolitikkin

Hetta vikuskiftið varð eitt av teimum mest blóðugu við tíggjutals deyðum í Irak. Allir partar í hesum syndarliga stríði eru á einum máli um, at her má okkurt gerast fyri at steðga drápunum. Bæði irakiska stjórnin, USA og tess sameindu og grannalondini við siga seg vilja virka fyri, at hópdrápini á sivil fáa eina enda.

Okkurt er so eisini, ið kundi bent á, at vón er fyri broytingum. Í USA hevur einvísi politikkurin í Irak fingið eitt dygt skot fyri bógvin, nú demokratarnir vunnu miðvalini, so dygt, at verjumálaráðharrin Rumsfeld er koyrdur frá. Hetta meta eygleiðarar vera eina fortreyt fyri at lata hurðar upp og dialogin í gongd aftur. Tað er eingin loyna, at ”heykapolitikkurin” hjá Rumsfeld hevur ikki hjálpt til at fáa frið í Irak, tvørturímóti. Roknast má við at trýstið frá demokratunum fer at verða so stórt, at eisini onnur heykahøvd fara at rulla, eitt nú Bolton, ið er umboðið hjá USA í ST. Júst amerikanska valið kann vera ein borgan fyri, at politikkurin fer at verða endurskoðaður. Tó roknar eingin við, at USA koyrir í sekkin við tað sama. Landið, sum byrjaði alt hetta, hevur eitt forpliktilsi at tryggja, at irakiska fólkið ikki verður slept uppá fjall.

Tann dialogur, ið sigst er byrjaður millum sameindu í Irak og grannalondini Sýrialand og Iran er eitt týðandi stig. Hesi eru ikki júst vinalond hjá USA, men harðskapurin og drápini í Irak eru vorðin so mikil stór hóttan, at neyðugt er at fáa londini í økinum at hava ein meira virknan lut í at fáa frið. Hetta kann tykjast eitt sindur bakvent, nú nettupp hesi lond hava fingið skyldina fyri at stuðla uppreistri í Irak og Ísrael. Nú fáa vit so at síggja, hvat hesi lond hava at bjóða. Givið er at tey kunnu vinna størri virðing í Vesturheiminum, um tey vilja geva USA og tess sameindu í Irak eina hjálpandi hond. Kanska hava tey eisini brúk fyri tí sjálvi. Um hetta so eisini fer at leggja trýst á Vesturheimin at slaka við krøvunum til iransku kjarnorkudubbingini er óvist.

Undir øllum umstøðum er rætt at lata hurðar upp tvs. fáa ein meira virkan og beinleiðis dialog millum Vesturheimin og sokallaðar ”røvarastatir”. Tann harða linjan og hóttanin við bæði hernaðarligum og øðrum tiltøkum eigur at verða endurskoðað og tann semjusøkjandi dialogurin eigur at fáa betri dagar. Demokratiski valsigurin í USA var møguliga júst tað, sum skuldi til.

Sosialurin