komin til Kjøllefjord í nátt. Nú mást tú ikki fara at tára, Mortan, vinurin! Soleiðis skrivar Sakaris Zachariasen á sínari facebook-síðu í dag eftir at hava sæð gamlan kenning í Kjøllefjord í Noregi, nevniliga [...] sína facebook-siðu við omanfyrinevndu orðum. Sakaris sigur við In.fo, at hann tosaði við mannin, sum nú eigur bátin, og hesin segði, at hann hevði keypt bátin úr Tromsø. Soleiðis, sum Sakaris skilti bátaeigaran [...] knettir á marknaðarplássinum har. Glastrevjabáturin Tvíburðar, sum Mortan átti í fleiri ár, plagdi eisini at liggja í Vágsbotni, tá fryntligi maðurin við tí gráa hárinum - og góðu fiskavørunum - var til "marked"
skaða, tá roynt varð at koyra niðan eftir henni. Við in.fo upplýsti borgarstjórin í kommununi, Trúgvi Gudmundarson, at tað er Landsverk, ið hevur ábyrgdina at salta vegin, men at teir vóru upptiknir aðrastaðni [...] - Vit hava fleiri ískoytisavtalur við kommunur um, at vit salta teirra vegir. Tær avtalurnar eru soleiðis, at vit salta kommunalar vegir aftaná, at landsvegirnir eru saltaðir. - Tá kunnu støður koma fyri [...] vit hava eisini havt úr at gera, bæði við kavarudding og salta vegir. Tað hevur nevniliga verið sera hált í morgun, sigur Asbjørn Mortensen. Fleiri suðuroyingar hava undrast yvir, at hóast tað var hált í
Triðja árið á rað er miðalbrúkaraprístalið í Føroyum lækkað. Tað upplýsir Hagstova Føroya í dag, aftaná at miðalbrúkaraprístalið lækkaði við 1,7 prosentum frá 2014 til 2015. Talan er sostatt um størstu lækking [...] árini. Í 2014 lækkaði miðalbrúkaraprístalið 1,0 prosent og í 2013 0,6 prosent. Hagstovan upplýsir, at størstu ávirkanina á príslækkingina hava býlisprísirnir, sum eru lækkaðir 6,5 prosent. Har er tað serliga
og teir upplýsa, at teir hava havt so nógv at gera í morgun, at teir ikki høvdu tíð at salta skúlavegin í Hvalba. Umframt skúlavegin, so hevur kommunan eisini avtalu við Landsverk um, at stovnurin saltar [...] og lærarar royndu at koyra niðan gjøgnum brekkuna til skúlan. Tað var nevniliga so hált í brekkuni, at tað bæði var trupult at koyra og ganga niðan eftir henni. Úrslitið var eisini, at fleiri bilar fingið [...] borgarstjórin í Hvalba, Trúgvi Gudmundarson, at kommunan hevur eina avtalu við Landsverk um saltingina av skúlavegnum. - Vit hava eina greiða avtalu við Landsverk, um at salta vegin. Vit hava eisini tosað við
og var hetta eisini ein av orsøkunum til, at tey valdu at koma til Føroya og til Vágs á nýggjárum. Søga teitta sæst her: http://nyggjar.com/2016/01/12/til-vags-at-uppliva-nyggjarshaldid-i-vagi/ [...] m. Nýggjárshaldið í Vági fær alsamt størri áhuga uttanlands og er tað vorðið alsamt meiri vanligt, at útlendsk ferðafólk kom til Vágs á nýggjárum, Soleiðis var eisini í ár. Í ár vóru danska Olivia Loftlund
forboð fyri at keypa spælarar tvey tey næstu handilsvindeyguni. FIFA hevur dømt tey sek í ákærunum um at skriva sáttmálar við spælarar, sum eru undir 18 ára gamlir. Tað er lagnunnar speisemi, at ein teirra [...] Madrid hevur skrivað sáttmála við, er sonur Zinedine Zidane, nýggja venjaran, Luca. Feløgini sleppa at keypa spælarar hetta handilsvindeyga, sum steingir 1. februar, so kanska verður meiri ferð á spæla
tað ikki, at vit skulu halda fram at gera tað. - Eg haldi, at vit skuldu viðurkent týdningin, sum grindahvalurin hevur havt fyri føroyingar. Tað kunnu vit gera fyrst og fremst við at steðga at drepa hann [...] natúrligt, at eg eisini havi luttikið í arbeiði fyri djóravælferð, sigur hon. Marna Frida Olsen er ein av teimum føroyingunum, sum alment talar ímóti grindadrápi í Føroyum - Tað er ikki í lagi at drepa djór [...] Fyri meg snýr tað seg um djóravælferð, og tá ið vit eisini vita, at kjøtið er dálkað, so er stóri spurningurin, um tað yvirhøvur er neyðugt at drepa grind. - Grindadrápið hevur verið ein partur av føroyskari
Í Fuglafirði er nógv at gera, og tað sæst aftur í virkseminum á havnarlagnum. Í Fuglafirði siga tey av kommunuskrivstovuni, at góða gongdin hjá havnini í 2014 helt fram í fjør. Men í fjør vóru 858 skip [...] Sostatt avgreiddi Fuglafjarðar Havn tilsamans 600.000 tons av vøru í fjør. Tað er einki at taka seg aftur í, at fiskavørur, og fiskaúrdráttir hava avbera stóran týdning fyri Fuglafjørð, og tað sæst eisini [...] eru ikki endaliga gjørdar upp, men tær verða væntandi ímillum 14,5 og 15,0 milliónir krónur, umframt at teir seinastu goymslutunnlarnir á havnarlagnum vórðu seldir í 2015 fyri sjey milliónir. Í fjør vórðu
um, at hann ætlaði at hava eitt liðskiparaband, sum hevði LGBT litirnar - ælabogalitirnar - fyri at mótmæla, at tey samkyndu hava skerd rættindi í EM-vertslandinum, Póllandi. Skjótt frættist, at norski [...] boðað frá á heimasíðuni fyri EM endaspælið í hondbólti í Póllandi, at liðskipararnir hjá teimum 16 evropeiskum londunum sleppa ikki at bera eitt liðskiparaband, sum stuðlar teimum samkyndu undir EM-endaspælinum [...] norski liðskiparin, Bjarte Myrhol (myndin) og íslendski liðskiparin ætlaðu at gera, sum Tobias Karlsson, men hetta er nú steðgað í føðingini. - Eg haldi hetta er synd, og eg eri kløkkur av hesum, sigur Tobias
um bendir tó á, at býtið millum starvsfólk og búfólk ikki er nøktandi. Kanningin vísir nevniliga, at 43 prosent av limunum arbeiða longri enn tey eiga. - Tað er tí, at tey ikki náa at gera allar uppgávurnar [...] býtið er av starvsfólkum, aftaná at Vikuskiftis-Sosialurin fríggjadagin vísti á, at tað á Boðanesheiminum er eitt starvsfólk fyri hvørji fýra búfólk. Majbritt Mohr sigur, at tað er sera ymiskt hvønn tørv [...] tað hendir ov oftani, at bara eitt starvsfólk er um tey, tí tey ynskja ikki at forstýra hini, ið eisini hava nokk at gera. So starvsfólkini gera tungt arbeiði einsamøll, og tað er ikki gott fyri heilsuna