Evropeiska hondbóltssamgongan, EHF hevur boðað frá á heimasíðuni fyri EM endaspælið í hondbólti í Póllandi, at liðskipararnir hjá teimum 16 evropeiskum londunum sleppa ikki at bera eitt liðskiparaband, sum stuðlar teimum samkyndu undir EM-endaspælinum, sum verður avgreitt í døgunum 15. til 31. januar.
Liðskiparin hjá svenska hondbóltslandsliðnum, Tobias Karlsson var annars fyrstur úti við hugskotinum um, at hann ætlaði at hava eitt liðskiparaband, sum hevði LGBT litirnar - ælabogalitirnar - fyri at mótmæla, at tey samkyndu hava skerd rættindi í EM-vertslandinum, Póllandi. Skjótt frættist, at norski liðskiparin, Bjarte Myrhol (myndin) og íslendski liðskiparin ætlaðu at gera, sum Tobias Karlsson, men hetta er nú steðgað í føðingini.
- Eg haldi hetta er synd, og eg eri kløkkur av hesum, sigur Tobias Karlsson við svenska "Aftonbladet".