Bíligari at búgva í Føroyum

Triðja árið á rað er miðalbrúkaraprístalið lækkað.

Triðja árið á rað er miðalbrúkaraprístalið í Føroyum lækkað. Tað upplýsir Hagstova Føroya í dag, aftaná at miðalbrúkaraprístalið lækkaði við 1,7 prosentum frá 2014 til 2015.


Talan er sostatt um størstu lækking seinastu árini. Í 2014 lækkaði miðalbrúkaraprístalið 1,0 prosent og í 2013 0,6 prosent.


Hagstovan upplýsir, at størstu ávirkanina á príslækkingina hava býlisprísirnir, sum eru lækkaðir 6,5 prosent.


Har er tað serliga prísurin á brenniolju og miðalrentan á íbúðalánum, ið hevur drigið býliskostnaðin niður. Lækkingin í teimum báðum bólkunum er ávikavist 17,2 prosent og 10,9 prosent.


Tað eru tó ikki bara húsaeigarar, ið eru slopnir bíligari í ár. Prístalið er nevniliga eisini lækkaður í fleiri øðrum nýtslubólkum í 2015.


Í bólkinum klædnavørur og fótbúnaður er prístalið lækkað við 2 prosentum, innbúgv, húsbúnaður o.l. er lækkað við 2 prosentum, flutningur er prístalið lækkað við 2,1 prosentum og ymiskar vørur og tænastur er lækkað við 2,9 prosentum, meðan matvøruprísirnir eru í miðal farnir 0,1 prosent niður.


Okkurt er tó vorði dýrari í 2015. Størsti prísvøksturin var í bólkinum rúsdrekka og tubbak, ið er vorði í miðal 1,8 prosent dýrari.