Miðlahúsið setir í hesum vikum sjóneyka á eldraøkið. Hendan greinin er partur av tí átakinum. Í Vikuskiftis-Sosialinum, Sosialinum mánadagin og her á in.fo komandi dagarnar, ber til at lesa meira um evnið.
- Tað handlar nógv um hvussu arbeiðsumstøðurnar eru. Tá búfólkini flyta inn eru tey kanska væl fyri, men verða so seinni verri fyri. Tá verður so neyðugt við fleiri starvsfólkum.
Tað sigur Majbritt Mohr, forkvinna í Heilsurøktarfelagnum, tá Miðlahúsið setir henni spurningin, um hvat besta býtið er av starvsfólkum, aftaná at Vikuskiftis-Sosialurin fríggjadagin vísti á, at tað á Boðanesheiminum er eitt starvsfólk fyri hvørji fýra búfólk.
Majbritt Mohr sigur, at tað er sera ymiskt hvønn tørv búfólkini hava. Um tey eru væl fyri, so letur tað seg gera, at vera eitt starvsfólk til fýra búfólk, men um búfólkini eru illani fyri, so er støðan ein heilt onnur.
- Trupulleikin tekur seg beinanvegin upp, tá tað eru búfólk, ið hava brúk fyri at tvey eru um at hjálpa viðkomandi. Tá eru tað sjey onnur búfólk, ið bíða. Um tey so eisini eru illani fyri á onkran hátt, tað kann vera, at tey eru dement, rýma illa ella eru aggressiv, so kann tað føra til óhepnar støður millum búfólkini, tí eingi starvsfólk eru til staðar.
Ein trivnaðarkanning millum limirnar hjá Heilsurøktarfelagnum bendir tó á, at býtið millum starvsfólk og búfólk ikki er nøktandi. Kanningin vísir nevniliga, at 43 prosent av limunum arbeiða longri enn tey eiga.
- Tað er tí, at tey ikki náa at gera allar uppgávurnar í vanligari arbeiðstíð. So ganga tey eitt sindur longri fyri at náa alt, sigur Majbritt Mohr.
Manglandi starvsfólkini á eldraøkinum hevur eisini aðrar óhepnar fylgir við sær.
- Tað eru nøkur eldri, ið hava brúk fyri at tvey eru um tey. Men tað hendir ov oftani, at bara eitt starvsfólk er um tey, tí tey ynskja ikki at forstýra hini, ið eisini hava nokk at gera. So starvsfólkini gera tungt arbeiði einsamøll, og tað er ikki gott fyri heilsuna. Úrslitið er, at tey fáa ilt í ryggin, økslini og hondliðini. Fleiri av okkara eldri limum stríðast við slíkar trupulleikar.
Forkvinnan fyri heilsurøktararnar metir tó, at hvørki hægri játtan ella fleiri starvsfólk, er nokk til at fáa eitt betri umhvørvi fyri búfólk og starvsfólk
- Tað ber til at halda fram við at seta meira pening í økið ella seta fleiri fólk í starv, men tað verður aldrin ordiliga nokk. Tørvur er á eini leiðslu á staðnum, ið hevur eina føling av støðuni og kann broyta nøkur ting.
- Ein leiðsla á staðnum kann regulera arbeiðskraftina eftir hvussu nógv er at gera í ymiskum tíðarskeiðum. Tá ber til at seta fleiri fólk inn tá tørvur er á tí, og so brúka peningin øðrvísi, tá arbeiðsbyrðan ikki er so tung, sigur forkvinnan í Heilsurøktarfelagnum at enda.

Eldraøkið: Torført at meta um tørvin





