Vit eiga at virða grindahvalin

- Tað er ikki í lagi at drepa djór, soleiðis sum vit drepa grind, heldur Marna Frida Olsen

Marna Frida Olsen er ein av teimum føroyingum, sum heldur at grindadrápið átti verði steðgað. Hon er eisini ein av luttakarunum í nýggja dokumentarfilminum um grindahvalin, sum verður frumsýndur í Norðurlandahúsinum í kvøld kl. 19.00.


Grindahvalur er stuttur dokumentarfilmur, sum lýsir leiklutin, ið grindahvalurin hevur havt fyri føroyingar gjøgnum øldir, og hvussu hetta sambandið skal verða frameftir. Filmurin er ein bretsk-føroysk framleiðsla, og eitt nú luttekur kendi Sir David Attenborough í filminum. Eisini hevur Rúni Nielsen luttikið í framleiðsluni.
Filmurin verður frumsýndur mikukvøldið, og eftir sýningina verður pallborðsfundur, har eitt nú Pál Weihe og Ingi Sørensen luttaka.

Marna Frida Olsen er umhvørvisáhugað. Hon hevur útbúgving innan samskifti frá universitetinum í Roskilde og arbeiður sum samskiftisfólk innan djóravernd og umhvørvisvernd. 

Í oktober mánaði í fjør var hon í Japan í tríggjar vikur, har hon arbeiddi sum sjálvboðin fyri djóraverndarfelagsskap í sambandi við delfinveiði.

- Síðani eg var ung genta, havi eg havt stóran áhuga fyri umhvørvi og djóravælferð, og við árunum er tað blivið natúrligt, at eg eisini havi luttikið í arbeiði fyri djóravælferð, sigur hon.

Marna Frida Olsen er ein av teimum føroyingunum, sum alment talar ímóti grindadrápi í Føroyum

- Tað er ikki í lagi at drepa djór, soleiðis sum vit drepa grind. Fyri meg snýr tað seg um djóravælferð, og tá ið vit eisini vita, at kjøtið er dálkað, so er stóri spurningurin, um tað yvirhøvur er neyðugt at drepa grind.

- Grindadrápið hevur verið ein partur av føroyskari mentan, og grindadrápið hevur eisini veirð neyðugt, men soleiðis er ikki longur, og fyri tað, um vit hava gjørt nakað í nógv ár, merkir tað ikki, at vit skulu halda fram at gera tað.

- Eg haldi, at vit skuldu viðurkent týdningin, sum grindahvalurin hevur havt fyri føroyingar. Tað kunnu vit gera fyrst og fremst við at steðga at drepa hann, men verja og virða hann ístaðin, sigur Marna Frida Olsen.