- Vit hava havt úr at gera

Økisleiðarin fyri Landsverk í Suðuroynni sigur, at teir høvdu úr at gera við at rudda og salta landsvegirnar.

Tilvildarlig mynd

Tað elvdi til nógv høvuðbrýggj hjá fleiri hvalbingum í morgun, tá foreldur koyrdu teirra børn í skúla í morgun.


Brekkan niðan til Hvalbiar skúla varð nevniliga glerstoytt, og fleiri bilar fingið skaða, tá roynt varð at koyra niðan eftir henni.


Við in.fo upplýsti borgarstjórin í kommununi, Trúgvi Gudmundarson, at tað er Landsverk, ið hevur ábyrgdina at salta vegin, men at teir vóru upptiknir aðrastaðni í morgun.


Tað váttar økisleiðarin fyri Suðurøkið, Asbjørn Mortensen, eisini fyri in.fo.


- Vit hava fleiri ískoytisavtalur við kommunur um, at vit salta teirra vegir. Tær avtalurnar eru soleiðis, at vit salta kommunalar vegir aftaná, at landsvegirnir eru saltaðir.


- Tá kunnu støður koma fyri, sum tann í morgun. Men vit hava eisini havt úr at gera, bæði við kavarudding og salta vegir. Tað hevur nevniliga verið sera hált í morgun, sigur Asbjørn Mortensen.


Fleiri suðuroyingar hava undrast yvir, at hóast tað var hált í morgun, so var eingin hálkufráboðan frá Landsverk fyri Suðuroynna. Tað hevur økisleiðarin eisini bitið merki til, men sigur hann, at tað er teknisk útgerð, ið eigur at siga frá. Hví hon ikki hevur sagt frá í morgun, veit hann tó ikki. 

Tilvildarlig mynd

Tilvildarlig mynd

Tilvildarlig mynd

Tilvildarlig mynd

Tilvildarlig mynd