Høvdu úr at gera í Fuglafirði

Í fjør vóru 858 skip í Fuglafirði og tilsamans avgreiddu tey 600.000 tons av vøru

Í Fuglafirði er nógv at gera, og tað sæst aftur í virkseminum á havnarlagnum.

 

Í Fuglafirði siga tey av kommunuskrivstovuni, at góða gongdin hjá havnini í 2014 helt fram í fjør.

 

Men í  fjør vóru 858 skip á Fuglafirði og tað er eitt sindur fleiri enn í 2014. Tonsatalið varð eisini nakað størri í fjør, tilsamans, 2,1 milliónir bruttotons.

 

Av hesum vóru eisini nøkur útlendsk skip, tilsamans 259 í tali, við einum tonsatalið upp á eina millión tons.

 

Vøruflutningurin yvir bryggjukantin vaks 100.000 tons í fjør afturímóti í 2014. Sostatt avgreiddi Fuglafjarðar Havn tilsamans  600.000 tons av vøru í fjør.

 

Tað er einki at taka seg aftur í, at fiskavørur, og fiskaúrdráttir hava avbera stóran týdning fyri Fuglafjørð, og tað sæst eisini aftur í vøruflutninginum um havnina, tí av teimum 600.000 tonsunum, vóru 428.000 tons fiskur og fiskaúrdráttir.

 

Inntøkurnar hjá Fuglafjarðar havn í fjør, eru ikki endaliga gjørdar upp, men tær verða væntandi ímillum 14,5 og 15,0 milliónir krónur, umframt at teir seinastu goymslutunnlarnir á havnarlagnum vórðu seldir í 2015 fyri  sjey milliónir.

 

Í fjør vórðu 100.000 tons av vøru flutt til og frá havnini eftir vegnum. Tað er fyri tað allarmesta laks, slógv, frystifarmur, dielselolja, fóður og sandur, men tað gevur so ikki havnini inntøkur.