Tey bæði stóru feløgini í Madrid, Real og Atletico, hava fingið forboð fyri at keypa spælarar tvey tey næstu handilsvindeyguni.
FIFA hevur dømt tey sek í ákærunum um at skriva sáttmálar við spælarar, sum eru undir 18 ára gamlir.
Tað er lagnunnar speisemi, at ein teirra, sum Real Madrid hevur skrivað sáttmála við, er sonur Zinedine Zidane, nýggja venjaran, Luca.
Feløgini sleppa at keypa spælarar hetta handilsvindeyga, sum steingir 1. februar, so kanska verður meiri ferð á spælaramarknaðinum komandi vikurnar.