fótbólt, og hesaferð verður tikið saman um eitt sera spennandi ár fyri føroyskan fótbólt. Í bókini er samanumtøka av heimligu kappingunum hjá monnum og kvinnum, allar altjóða kappingar hjá feløgum og landsliðum [...] landsliðum verða umrøddar, og liðmyndir eru av øllum føroyameistarum og steypavinnarum. Í bókini eru nógvar góðar myndir og sigandi hagtøl frá FaroeSoccer. Avrikini hjá øllum feløgunum í bestu mansdeildini [...] eftir unga málmanninum. Jákup spældi 20 dystir í ár, og hann varð úttikin til onkrar dystir hjá U21 landsliðnum. »Føroyskur fótbóltur 2020« er 220 blaðsíður til støddar og fæst kring landið.
Í kvøld skal 20 ára gamla Monika Midjord Nolsøe royna seg í vakurleikakappingini Miss Universe Danmark. Stóra finalan fer av bakkastokki klokkan 19, og um alt gongur, sum hon ætlar, verður hon kosin sum [...] vakurleikakapping. - Fyrst og fremst er tað ein vakurleika kapping, tað kann man ikki goyma, men tað er eisini so nógv annað enn bara tað, sigur hon og greiðir frá: - Vit blíva ikki bara dømdar eftir, hvussu [...] ar. - Eg havi fingið ótrúliga nógvar positivar afturmeldingar frá familju og vinum, ið skriva, at tey eru glað mína vegna, og at tey gleða seg at fylgja mær á mínari leið. Eg fái eisini í heilum boð frá
bussur uppá 74 fólk. Hann og ein annar føroyingur eru við, og stemningurin umborð á bussinum er fantastiskur, fortelur hann. Hann væntar ein tættan dyst á Westfalden stadion, og væntar, at dysturin endar [...] Borussia Dortmund og Liverpool. Núverandi venjarin hjá Liverpool, Jurgen Klopp, var fyrrverandi venjari í Dortmund, har hann var sera væl dámdur. Nú er hann so venjari í Liverpool, og skal nú royna at vinna [...] uppbygt. Tá Klopp var í Dortmund vunnu teir tað týska meistaraheitið tvær ferðir, og teir vunnu týsku steypakappingina eina fer, og vóru í finaluni í Champions League har teir taptu ímóti Bayern Munchen. Vit
at Hákun er eitt stórt talent, og vit bæði trúgva og vóna, at hann við árunum kann fáa sama týdning fyri okkum, sum Hallur hevur havt. Hann er ein sera fullkomin leikari, og vit vænta, at hann longu í komandi [...] Avloysari er tó longu funnin fyri føroyska miðvallaran, og hann er eisini ein føroyingur. Les eisini: Hallur Hansson seldur Talan er um miðvallaran hjá B68 og føroyska U21-landsliðnum, Hákun Edmunsson, ið framyvir [...] felagnum. Sostatt eru framvegis tríggir føroyingar í Vendsyssel. Hin 23 ára gamli René Shaki Joensen og og 19 ára gamli Meinhard Olsen eru eisini í hópinum hjá felagnum, sum í júst lidna kappingarári endaði
hálvfinalan í steypakappingini ímillum KÍF og H71 varð spæld í kvøld. Dysturin bleiv leiktur í høllini í Kollafirði. Kollfirðingar eru sera sterkir á heimavølli, og undan kvøldsins dysti høvdu teir ikki tapt [...] tapt í teimum seinastu fimm dystunum í bæði lands- og steypakappingini. Seinasta liðið, sum basti KÍF í Kollafirði, var tó júst H71, ið vann 25-20 hin 1. november. Í kvøld vístu kollfirðingar tó enn einaferð [...] 19-15 til H71. Seinasta lítla korterið fór H71 tó í svart (á tann skeiva háttin), og kollfirðingar ótu leiðsluna upp og vunnu eisini at enda 23-21. Seinna hálvfinalan ímillum liðini verður spæld sunnudagin
var støðan ikki í Føroyingafelagnum á Lollandi og Falster fyri um 10 árum síðani. Tey gomlu fullu frá, og eingin kom í teirra stað. So einfald var støðan, og dag frá degi minti felagið mest um ein kaffiklubba [...] niður á botn, tá er bert ein vegur - og tað er upp. Og rætt fingu tey, tí dagin í dag sæst á limalistanum, at nú gongur rætta vegin - ikki færri enn 43 føroyskir útisetar og onnur hava teknað seg sum lim í [...] varð stovnað í 1971 , taldi limalistin um 100 limir. Fyri bert fáum árum síðani var hann komin niður á 20. Ein ótolandi støða, ið fekk menn at hugsa um at avtaka felagið. Men valt varð at halda fram óansæð
vinna í mentamálum, handar virðislønirnar, og tað er nakað, ið hon gleðir seg til. - Løtan, tá Mentanarvirðislønir Landsins verða handaðar, er hátíðarlig, og tí gleðir tað meg, at tiltakið verður sent [...] altíð spenningur um, hvørji nú munnu fara at fáa virðislønirnar, og eg gleði meg til hetta høvið at heiðra nøkur av okkara fremstu lista- og mentafólkum, sigur Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum við [...] Heiðursgáva Landsins, sum er kr. 75.000, og verður latin mentafólki, ið hevur virkað til frama fyri mentanarlig virði, sum hava týdning fyri føroyska mentan, list og mentanararv. Seinastu árini hevur ein
okkara forholdið, og eg gangi bara út frá, at hon hevur verið undir so stórum trýsti og tí hevur tikið avgerðir, sum ikki halda. Men eftir at Annika Olsen sendi tíðindaskrivið út klokkan 20:30 í kvøld hevur [...] fjølmiðlunum hava fingið og vist tí einki um hetta. Tað sigur Poul Michelsen, formaður í Framsókn, nú Annika Olsen hevur meldað seg úr Framsókn eftir fýra dagar í flokkinum. Hann og Framsókn hava ikki verið [...] hana og virði avgerð hennara. Hon er undir stórum trýsti persónliga. Eg kann bara staðfesta, at vit í Framsókn eru fangað í nøkrum, sum vit ikki hava ávvirkan á. Tað má virka løgið hjá veljarum, og tað
vit eisini væl stuðlað av kommununi og vinnulívinum í Vágum, og tað eru vit sera takksom fyri. Eina Gudmundsen vísir á, at kappróðrarneystið er bygt í einari hædd og sum fýra lonir, har opið er uppundir [...] Sandavágs Ítróttarfelag (SÍF) staðið inni eins og tey, sum rógva, seinastu tíðina eisini hava vant í neystinum. - Nú er kappróðrarneystið komið undir land og verður alment tikið í nýtslu á vestanstevnu. [...] Neystið hevur verið ávegis í eini 20 ár, men tað er umleið hálvt annað ár síðan, at farið varð undir at byggja. Ein stórur partur av arbeiðnum er gjørt sjálvboðið, og her hava nógvar góðar hendur verið
Nógvir føroyskir sjúkrarøktafrøðingar rýma úr Føroyum og fara uttanlands at arbeiða. Og talið veksur skjótt - heilt skjótt. Óluva í Gong, forkvinna í Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, sigur, at [...] hjá sjúkrarøktarfrøðingum í Føroyum verða meiri og meiri ótolandi. Ei heldur er nakar bati at hóma. - Ein avleiðing av støðuni í Føroyum er tann, at fleiri og fleiri føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar rýma [...] lønirnar í Noregi og Danmark eru væl hægri enn í Føroyum. - Ein danskur sjúkrarøktarfrøðingur fær einar 7.000 krónur meiri útgoldið um mánaðin, enn ein føroyskur sjúkrarøktarfrøðingur fær, og í Noregi er l