Ein heldur serligur dystur verður leiktur í kvøld í Evropa League.
Talan er um dystin millum Borussia Dortmund og Liverpool. Núverandi venjarin hjá Liverpool, Jurgen Klopp, var fyrrverandi venjari í Dortmund, har hann var sera væl dámdur.
Nú er hann so venjari í Liverpool, og skal nú royna at vinna á tí liðnum sum hann sjálvur hevur uppbygt.
Tá Klopp var í Dortmund vunnu teir tað týska meistaraheitið tvær ferðir, og teir vunnu týsku steypakappingina eina fer, og vóru í finaluni í Champions League har teir taptu ímóti Bayern Munchen.
Vit hava tosað við Rógva Nybo, sum situr í einum Liverpool bussi ávegis til Dortumund. Hann sigur at tað er ein fullur bussur uppá 74 fólk. Hann og ein annar føroyingur eru við, og stemningurin umborð á bussinum er fantastiskur, fortelur hann. Hann væntar ein tættan dyst á Westfalden stadion, og væntar, at dysturin endar við 1-1 javnleiki.
Tað er fjepparafelagið Liverpool FC Danmark ið skipar fyri bustúrinum niður til dortmund at hyggja eftir dystinum.
Tríggir aðrir dystir vera eisini í kvøld
Braga – Shakthar Donetsk
Villareal – AC Sparta Praha
Athletic Bilbao – Sevilla
Allir dystirnir verða bríkslaðir í gongd klokkan 20.05 Føroyska tíð.
Dortmund vs Liverpool verður vístur á 6'arinum










