Fyrra hálvfinalan í steypakappingini ímillum KÍF og H71 varð spæld í kvøld. Dysturin bleiv leiktur í høllini í Kollafirði.
Kollfirðingar eru sera sterkir á heimavølli, og undan kvøldsins dysti høvdu teir ikki tapt í teimum seinastu fimm dystunum í bæði lands- og steypakappingini. Seinasta liðið, sum basti KÍF í Kollafirði, var tó júst H71, ið vann 25-20 hin 1. november.
Í kvøld vístu kollfirðingar tó enn einaferð, at teir eru tungir at syfta á heimavølli. Talan var um ein javnan dyst, har hálvleiksstøðan var 11-10 til H71. Í seinna hálvleiki tyktust hoyvíkingar at stevna ímóti sigrinum - tá ið 46 minuttir vóru farnir gjørdist støðan nevniliga 19-15 til H71. Seinasta lítla korterið fór H71 tó í svart (á tann skeiva háttin), og kollfirðingar ótu leiðsluna upp og vunnu eisini at enda 23-21.
Seinna hálvfinalan ímillum liðini verður spæld sunnudagin klokkan 17 í Hoyvíkshøllini.
Málskjúttarnir í Kollafirði vóru hesir:
KÍF: Ási Dam 6, Fríði Weyhe 4, Rúni Joensen 3, Hans Eli Sigurbjørnsson 3, Andrias Nielsen 3, Tony Weyhe 2 og Teitur Joensen 2.
H71: Mark Lausen-Marcher 8, Jónas Djurhuus 5, Tróndur Arge 3, Hilmar Leon Jacobsen 1, Sigmundur Nolsø 1, Hans Kári Hansen 1, Pætur Thomsen 1 og Peter Krogh 1