Kappróðrarneyst bygt í Sandavági

Kappróðrarneystið í Sandavági hevur verið ávegis í eini 20 ár, men nú er komið undir land.

Hóast nýggja kappróðrarneystið ikki hevur verið heilt liðugt, hava bátarnir hjá Sandavágs Ítróttarfelag (SÍF) staðið inni eins og tey, sum rógva, seinastu tíðina eisini hava vant í neystinum.

 

- Nú er kappróðrarneystið komið undir land og verður alment tikið í nýtslu á vestanstevnu.

 

Eina Gudmundsen, forkvinna í SÍF,  vísir á, at nýggja kappróðrarneystið er bygt við bátahylin í Sandavági.

 

- Neystið hevur verið ávegis í eini 20 ár, men tað er umleið hálvt annað ár síðan, at farið varð undir at byggja. Ein stórur partur av arbeiðnum er gjørt sjálvboðið, og her hava nógvar góðar hendur verið uppi í verkætlanini.

 

Hon sigur, at nú neystið er komið undir land, er einki lán í húsinum.

 

- Tað hevur alla tíðina verið okkara mál, at einki lán skal vera í neystinum, tá tað er liðugt. Umframt at meginparturin av arbeiðnum hevur verið sjálvboðið, eru vit eisini væl stuðlað av kommununi og vinnulívinum í Vágum, og tað eru vit sera takksom fyri.

 

Eina Gudmundsen vísir á, at kappróðrarneystið er bygt í einari hædd og sum fýra lonir, har opið er uppundir tróðurið.

 

- Kappróðrarbátarnir standa í tí eina endanum, meðan fasilitetirnir við venjingarhøli, køki, wc og brúsu eru í hinum endanum, leggur forkvinnan í Sandavágs Ítróttarfelag aftrat.