Fótbóltsárbók: Kjósa profilar og stjørnuskot

Árbókin »Føroyskur Fótbóltur 2020« er útkomin

 

Árbókin »Føroyskur fótbóltur 2020« er komin út. Hetta er fimtu ferð, at Sosialurin gevur út árbókina um føroyskan fótbólt, og hesaferð verður tikið saman um eitt sera spennandi ár fyri føroyskan fótbólt.

Í bókini er samanumtøka av heimligu kappingunum hjá monnum og kvinnum, allar altjóða kappingar hjá feløgum og landsliðum verða umrøddar, og liðmyndir eru av øllum føroyameistarum og steypavinnarum. Í bókini eru nógvar góðar myndir og sigandi hagtøl frá FaroeSoccer. Avrikini hjá øllum feløgunum í bestu mansdeildini verða umrødd, og profilar og stjørnuskot verða kosin í øllum feløgunum.

Ein av kosnu profilunum er Ndende Adama Guéye, sum aftur í ár var sera drúgvur á TB liðnum. Ndende kom til Føroya at spæla fyri 12 árum síðani, og hann er ein av útlendingunum, sum hevur spælt flestar dystir í føroyskum fótbólti. Ndende hevur spælt fyri B68, KÍ, ÍF, 07 Vestur og í trimum umførum við TB.

Ein av ungu profilunum í ár var ÍF málverjin Jákup Nolsøe Olsen. Tað lá ikki í kortunum, at hann skuldi fáa stóran leiklut í ár, men tá ið fyrsti málmaðurin Milos Budakovic fekk álvarsaman knæskaða, vóru boð eftir unga málmanninum. Jákup spældi 20 dystir í ár, og hann varð úttikin til onkrar dystir hjá U21 landsliðnum.

»Føroyskur fótbóltur 2020« er 220 blaðsíður til støddar og fæst kring landið.