Nýggur føroyingur til Vendsyssel

Vendsyssel hevur selt ein føroying og keypt ein sama dag.

Fyrr í dag varð kunngjørt, at føroyski landsliðsleikarin, Hallur Hansson, hevur skifti Vendsyssel í næsbestu deildini við AC Horsens í Superliguni. Avloysari er tó longu funnin fyri føroyska miðvallaran, og hann er eisini ein føroyingur.

 

Les eisini: Hallur Hansson seldur

 

Talan er um miðvallaran hjá B68 og føroyska U21-landsliðnum, Hákun Edmunsson, ið framyvir fer at umboða Vendsyssel.

 

- Vit halda, at Hákun er eitt stórt talent, og vit bæði trúgva og vóna, at hann við árunum kann fáa sama týdning fyri okkum, sum Hallur hevur havt. Hann er ein sera fullkomin leikari, og vit vænta, at hann longu í komandi kappingarári kann spæla seg inn á liðið, sigur Jacob Kruger, ítróttarstjóri hjá Vendsyssel, við heimasíðuna hjá felagnum.

 

Sostatt eru framvegis tríggir føroyingar í Vendsyssel. Hin 23 ára gamli René Shaki Joensen og og 19 ára gamli Meinhard Olsen eru eisini í hópinum hjá felagnum, sum í júst lidna kappingarári endaði nummar fýra í næstbestu, donsku deildini.

 

NSÍ eigur Hákun Edmundsson, men tó bleiv leikarin útlæntur til B68 undan kappingarársbyrjan orsakað av sáttmálaósemjum.

 

Harvið fylgir Hákun Edmunsson í fótasporunum hjá eldra beiggja sínum, Jóan Símun Edmunsson, ið eisini fór út um landoddarnar at spæla fótbólt á ungum árum. Hákun Edmunsson er 20 ár.