Rýma av landinum

Eitt stórt tal av føroyskum sjúkrarøktarfrøðingum fer til Noregs at arbeiða - og talið veksur øgiliga skjótt.

Nógvir føroyskir sjúkrarøktafrøðingar rýma úr Føroyum og fara uttanlands at arbeiða. Og talið veksur skjótt - heilt skjótt.

 

Óluva í Gong, forkvinna í Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, sigur, at hetta er ein beinleiðis avleiðing av, at arbeiðsumstøðurnar hjá sjúkrarøktarfrøðingum í Føroyum verða meiri og meiri ótolandi. Ei heldur er nakar bati at hóma.

- Ein avleiðing av støðuni í Føroyum er tann, at fleiri og fleiri føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar rýma uttanlands, helst til noregs, at arbeiða, sigur Óluva í Gong. 

 

Hon vísir eisini á, at lønirnar í Noregi og Danmark eru væl hægri enn í Føroyum.

- Ein danskur sjúkrarøktarfrøðingur fær einar 7.000 krónur meiri útgoldið um mánaðin, enn ein føroyskur sjúkrarøktarfrøðingur fær, og í Noregi er lønarmunurin upp aftur nógv størri, kanska tvær ferðir so stórur, sigur Óluva í Gong.

 

Seinastu tølini vísa, at 20 prosent av virknu limunum í Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, hava fingið sær loyvi at starvast í Noregi, tað svarar til um 150 fólk. Óluva í Gong væntar tó, at talið er væl hægri, tí hetta talið er einans frá einari vikarstovu. Hon sigur eisini, at hetta talið veksur ógvuliga skjótt.

 

Les meiri um málið og um støðuna hjá føroysku sjúkrarøktarfrøðingunum í Sosialinum, sum varð borin í hvørt hús í dag.