Mentanarvirðislønirnar verða handaðar fríggjadagin

Tríggjar virðislønir verða latnar á føðingardegnum hjá William Heinesen.

Rigmor Dam skal handa virðislønirnar

Mentanarvirðislønir Landsins verða handaðar á føðingardegi William Heinesens, komandi fríggjakvøld í Norðurlandahúsinum.


Talan er um fyrsti ferð, at Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, handar virðislønirnar, og tað er nakað, ið hon gleðir seg til.


- Løtan, tá Mentanarvirðislønir Landsins verða handaðar, er hátíðarlig, og tí gleðir tað meg, at tiltakið verður sent beinleiðis í Kringvarpinum, so tað á tann hátt røkkur út til alt landið. Tað er altíð spenningur um, hvørji nú munnu fara at fáa virðislønirnar, og eg gleði meg til hetta høvið at heiðra nøkur av okkara fremstu lista- og mentafólkum, sigur Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum við heimasíðuna hjá Mentamálaráðnum.


Sum siður er, so verða tríggjar virðislønir handaðar. Tann størsta er Mentanarvirðisløn Landsins, sum er kr. 150.000, verður latin listafólki, sum hevur skapað list á høgum støði, sum tøkk fyri útint listarligt avrik.


Síðani er tað Heiðursgáva Landsins, sum er kr. 75.000, og verður latin mentafólki, ið hevur virkað til frama fyri mentanarlig virði, sum hava týdning fyri føroyska mentan, list og mentanararv.


Seinastu árini hevur ein virðisløn verið latin til ungt listafólk, sum er kr. 50.000.


Afturat virðislønunum verður ein sømdargáva, ið er lívslang heiðursgáva á kr. 20.000 um árið, latin listafólki, fyri útint listarligt avrik, ið verður mett at hava týdning fyri samtíð og framtíð.

Rigmor Dam skal handa virðislønirnar

Rigmor Dam skal handa virðislønirnar

Rigmor Dam skal handa virðislønirnar

Rigmor Dam skal handa virðislønirnar

Rigmor Dam skal handa virðislønirnar