Video: Kaj Leo roynir røðarapallin í Løgtinginum

Umsíðir hava rørslutarnað atgongd til landsins hægsta røðarapall. Kaj Leo Holm Johannesen hevur í dag roynd nýggja røðarapallin í Løgtinginum.

Tað var ein ikki sørt rørdur Kaj Leo Holm Johannesen, um í dag rullaði upp á nýggja røðarapallin í Løgtinginum, sum er gjørdur til rørslutarnað. Í veruleikanum er tað sami røðarapallur, men hann er umbygdur soleiðis, at hann við eini lyftu kann flytast upp og niður. Vanliga er eitt trin upp á røðarapallin, og verður tað eisini í framtíðini soleiðis, at eingin munur er á tí, sum tingfólk eru von við.

 

Men fyri at kunna brúkast hjá rørslutarnaðum í koyristóli, so kann hann lorast niður í gólvhædd soleiðis, at ein koyrstólur kann rulla inn á pallin, fyri síðani at lyfta hann upp soleiðis, at um tú situr í koyristóli, so ert tú kortini í somu hædd, sum tey sum standa á røðarapallinum.

 

Trýsti á pílin á myndini niðanfyri fyri at síggja og hoyra Kaj Leo Holm Johannesen, sum er fyrsta tingfólk, sum roynir røðarapallin. Kaj Leo Holm Johannesen kemur aftur í tingið næsta vanliga tingfundi, sum verður hósdagin.

 

##med2##