kvinnurnar ógvuliga ofta taka seg aftur, tá tær hava sitið í eini tvey skeið. Kvinnurnar blíva ikki við at vera í politikkinum alt lívið, vísir tað seg. Eg haldi, at vit prioritera lívið øðrvísi, tí tað vísir seg [...] monnum til menn. Tað er millum annað tí, at Mettustova bert verður latin kvinnunum. ? Tað kann so væl vera, at kvinnurnar av og á hava tørv á at tosa saman einsamallar, uttan at verða órógvaðar av nøkrum. [...] flokkarnir fara at taka av hesum tilboðnum, sum ikki kemur at kosta teimum eina krónu. ? Hetta skal vera okkara ískoyti til at hjálpa kvinnuligu valevnunum í ár, sigur Inga Ellingsgaard at enda.
kanska eisini er mest positivt fyri Hondbóltssambandið er, at báðir høvuðsstuðlarnir eisini tóktist vera sera væl nøgdir. Atlantic Airways hevur seinnu árini ? serliga við fótbóltslandsliðnum ? profilera [...] tá avtalan var undirskrivað. Og eisini Rógvi Róin, sum umboðaði Sunset á tíðindafundinum, tóktist vera væl nøgdur um nýggja sáttmálan. Undan hesum hevur Sunset eisini verið høvuðsstuðul hjá kvinnulandsliðnum [...] raka. Ikki endiliga fólk, sum íðka ítrótt á elitustøði, men hetta við at hava sunnan lívsstíl og at vera aktivur. Tí meta vit eisini, at vit fáa nakað burtur úr hesi avtaluni. Sum nevnt, so varð ikki upplýst
teir almennu pengarnar, sum Framtaksgrunnurin hevur til taks. Og tað gera vit so, eftir sum vit halda vera best. Um vit hava politiskan uppbakning ella ikki, kemur sum so ikki málinum við. Eru politikararnir [...] eins og aðrir tekstir, lesast í síni heild og ikki pettast sundur og brúkast, sum ein sjálvur heldur vera passandi. ?Tað stendur eisini í viðtøkunum, at nevndin skal umsita virðini hjá Grunninum á bestan [...] at tosa um sølu við. Men hvønn Dagmar Joensen og restin av nevndini fyri Framtaksgrunnin so metir vera nóg áhugaverdan til at keypa »allan klumpin« í einum, vil nevndarformaðurin ikki siga nakað um.
Hondbóltur Higartil í ár hevur tað ikki verið nakað serliga stuttligt at vera StÍF-viðhaldsfólk. Eftir fleiri ár, har liðið støðugt hevur verið við til at mynda føroyska hondbóltsoddin, er kósin í ár umløgd [...] Partvíst gav hetta útslag í, at hoyvíkingarnir gjørdust nógv minni vandamiklir, enn teir annars plaga at vera, og hartil fekk StÍF so eisini kontraálopini, sum áður vóru vørumerki teirra, men sum í ár hava mangla [...] loksins fyri, at hann er tøkur aftur. Hesaferð fekk hann ein góðan hálvleik á vøllinum, og hóast tað man vera so sum so við dystarvenjingini, so sýndi hann í fleiri førum, at hann framvegis skal roknast millum
hjá Ríkisumboðnum. Ætlanin var bert at vera eina tíð her - nøkur ár kanska - men tey vórðu verandi og fara neyvan nakran veg nú, tí sum Sheila sigur - Føroyar man vera heimsins besta stað at gerast gamal [...] tað krevur jú sítt. Vikan hevur bara 7 dagar, so man hevur tíverri ikki tíð til alt, man fegin vil vera við í, sigur Sheila. Tá hon og maðurin ikki eru á Sandoynni, búgva tey við Dalavegin í Havn, har tey
avtalu við ÍSF á jøvnum føti við SvF og ÚF, sigur ÍSF-forsetin, sum samstundis avsannar, at talan skal vera um nakra ekslusiv-avtalu, sum teir báðir stovnarnir hava við ÍSF. - Hinvegin má eg siga, at eg skilji [...] kann geva nakað til felagið, og tó at tað er tungt at fáast við Sjónvarpsframleiðslu, so kann væl vera, at hetta vildi borið til. Hvørt talan so verður um føroyskan ítrótt á øðrum rásum enn ÚF og SvF framyvir [...] tær treytir, sum vit annars seta verða loknar. Um kapping kemur á økinum, so vil hetta helst bara vera føroyskum ítrótti at gagni, so tí hava vit einki ímóti, staðfestir Heðin at enda.
til kommunuvalið. Óttin fyri, at tinglimir misnýta tingsins røðarapall til kommunuvalstríð sigst vera orsøkin. Eg havi framvegis ilt við at trúgva, at hetta er so, men um so er, fari eg sum tingmaður [...] fingið loyvi at verið goymd og gloymd. Fyri okkum løgtingslimir er tað eisini ein forkunnugur rættur at vera umboð borgaranna beinleiðis til landsstýrismannin, sum borgarin ikki altíð hevur møguleika til at [...] galdandi reglur. Tí eigur leiklutur andstøðunnar ikki at undir-metast, hóast vit mangan kunnu tykjast at vera bæði kritisk, illgrunasom og negativ. Sjálvur vildi eg heldur enn fegin sloppið undan at sett kritiskar
nýtist tað ikki at vera verri. Hon vísti á, at tað eru føroyskir lærarar sum gera okkara undirvísingarmiðlar ? og teir duga líka so væl sum lærarar aðrastaðni. - Sum samfelag eiga vit at vera errin av tí, sum [...] m, Alisfrøði og evnafrøði 1 til 3. Hon vísti á, at tað, at bøkurnar nú eru á føroyskum, bara kann vera ein fyrimunur. - Tað eigur at verða ein sjálvsagdur mannarættur hjá føroyskum børnum at verða undirvíst
lættari sjúklingar, sum ikki hava fyri neyðini at vera innlagdir á psykiatriska deplinum á Landssjúkrahúsinum. Landsstýrið hevur ætlað, at tað skal vera klárt at flyta inn í tað fyrsta sambýli fyrst í komandi [...] antin at verða bygt í Suðuroy, ella kanska í Klaksvík. Hon hevði eisini skilt, at Sinnisbati skuldi vera tikið við upp á ráð, tá ið avgerðin skuldi takast um, hvar sambýlið skuldi verða. Kortini hevur Almanna-
íðina sleppa børnini á Oyrarbakka og har í nánd í ein spildurnýggjan dagstovn, ið tey helst munnu vera spent eftir at sleppa inn í. Innanveggja fer alt at verða gjørt fyri at geva teimum ein góðan og [...] veðri, men vit ætla kortini at innheinta hesar seinkingarnar. So í juni er ætlanin at stovnurin skal vera liðugur, sigur Jóan Petur Vang við Sosialin. Tað hevur verið ein spennandi uppgáva hjá monnunum at [...] skitsuætlan frá kommununi, har teir m.a. søgdu, hvussu stóran bygning teir ynsktu sær og hvat skuldi vera í. Eftir tað fóru teir undir at fyrireika sjálvt prosjektið saman við øðrum, og tað er henda ætlanin