Undirvísing á føroyskum er mannarættur

- Tað eru føroyskir lærarar sum gera okkara undirvísingarmiðlar ? og teir duga líka so væl sum lærarar aðrastaðni. Sum samfelag eiga vit at vera errin av tí, sum føroyskir lærarar hava fingið av skafti, tí tað er ikki smávegis, segði Helena Dam á Neystabø, leiðari á Føroya Skúlabókagrunni

Alis-og evnafrøði

- Tað er ikki so vanligt, at Føroya Skúlabókagrunnur ger so nógv burtur úr, tá ið verk koma út. Men tá ið vit saman við Mentamálaráðnum hava bjóðað tykkum øllum higar í dag, er tað fyri at takka teimum mongu, sum hava gjørt tað møguligt at fáa gott alis-og evnafrøðitilfar á føroyskum. Hetta tilfar kann verða við til at lyfta frálæruna í alis-og evnafrøði upp á eitt gott og høgt støði í fólkaskúlanum. Men hetta er eisini fyri at varpa ljós á spurningin, um vitan og útbúgving í fólkaskúlanum hevur tørv á einum móðurmáli og einum heimligum útgangsstøði. Til seinast, men ikki minst, er hetta fyri at skapa áhuga fyri eini lærugrein, sum tykist hava trupul kor, bæði í fólkaskúlanum og aðrastaðni í samfelagnum.
Hetta segði Helena Dam á Neystabø, leiðari á Føroya Skúlabókagrunni við framløguna av bókaverkinum, Alisfrøði og evnafrøði 1 til 3.
Hon vísti á, at tað, at bøkurnar nú eru á føroyskum, bara kann vera ein fyrimunur.
- Tað eigur at verða ein sjálvsagdur mannarættur hjá føroyskum børnum at verða undirvíst á sínum móðurmáli, tá ið hesin møguleiki er tøkur.
Hon segði, at tað er meginreglan í allari námsfrøði, at skúlin skal taka støði í umstøðunum hjá tí einstaka næminginum.
- Vitanin skal setast inn í eitt høpi, sum forklárar og gevur meining. Tað er út frá hesum grundsjónarmiði, at Skúlabókanevndin, sum er mannað við lærarum úr føroyska skúlaverkinum, tók ta avgerð, at nú skuldi hetta øki koma undir føroyskt mál og setast inn í ein samanhang, sum er viðkomandi fyri børn í fólkaskúlanum.
Helena segði, at tað er áskoðan Skúlabókagrunsins, at tað ber til at seta sær sum mál at nøkta tørvin á føroyskum undirvísingarmiðlum til fólkaskúlan.
- Leisturin verður í summum førum ein annar enn í londum, har skúlabókaframleiðsla er ein kommersiellur handilsligur ídnaður. Men fyri tann skuld nýtist tað ikki at vera verri.
Hon vísti á, at tað eru føroyskir lærarar sum gera okkara undirvísingarmiðlar ? og teir duga líka so væl sum lærarar aðrastaðni.
- Sum samfelag eiga vit at vera errin av tí, sum føroyskir lærarar hava fingið av skafti, tí tað er ikki smávegis.
Helena reisti eisini spurningin, hvussu tað so er við ymiskum pedagogiskum sjónarmiðum?
- Skúlabókagrunnurin leggur stóran dent á, at lærarar varðveita sítt frælsi at velja frítt millum tøkt undirvíngartilfar, og at lærarar fáa frælsi at skriva sambært egnari sannføring. Tó eru bøkur yvirhøvur skipaðar so, at tað ber til at arbeiða við ymiskum pedagogiskum vinklum. Eingin bók kann einsamøll bera námsfrøðina inn í skúlastovuna. Tí kunnu vit fegnast um, at vit hava eina lærarastatt, sum er útbúgvin til at arbeiða við undirvísingini og undirvísingartilfarinum á ein tíðarhóskandi námsfrøðiligan hátt í neyvum samstarvi við næmingarnar.
At enda nýtti eisini Helena Dam á Neystabø høvi at takka øllum teimum, sum hava verið við til at gera útgávuna av hesum verki møguliga.
- Og nú eg eri farin undir at takka, vil eg takka Niels Petersen, sum hevur verið ritstjóri á Skúlabókagrunninum øll hesi árini og sum hevur tað áræði og treiskni, sum skal til, tá ið so stórar uppgávur skulu lyftast, segði hon.