Børnini gleða seg til nýggja dagstovnin

Oyrarbakki: Arbeiðið við at gera tann nýggja sameinda dagstovnin gongur væl. Teir hava verið seinkaðir av veðri, men tíðarætlanin skal halda, so at bygningurin kann latast í juni mánaði sum ætlað.

Enn sær hesin 1080 fermetra stóri bygningurin út sum so mangir aðrir, tá teir eru í gerð.
Inni í bygninginum arbeiða menn við fullari ferð, men uttanfyri líkist hetta so mongum øðrum byggiøkjum: Har liggur byggitilfar og tílíkt, og ein lastbilur er júst komin við enn meiri tilfari.
Men eftir summarfrítíðina sleppa børnini á Oyrarbakka og har í nánd í ein spildurnýggjan dagstovn, ið tey helst munnu vera spent eftir at sleppa inn í.
Innanveggja fer alt at verða gjørt fyri at geva teimum ein góðan og innihaldsríkan dag, saman við hinum børnunum og starvsfólkunum í vøggustovuni, barnagarðinum og frítíðarskúlanum.
Tað er fyritøkan hjá Jóan Petur Vang á Oyrarbakka, sum stendur fyri hesum arbeiðinum, sum verður liðugt í summar.
Hann er gjørdur í formi sum ein hestaskógvur, har ein í miðjuni hevur eina rættiliga stóra høll.
Henda høllin samantvinnar stovnin í ein bygning, og er hon eisini vælegnað til samkomur av ymiskum slagi, tí har kunnu rúmast eini 200 fólk.
Bygningurin stendur omanfyri vegin, og har er seragott útsýni yvir sundið og Streymoyarlandið.

Støðug arbeiðsmegi
Hjá Jóan Peturi hevur talið av arbeiðsmonnum verið rættiliga støðugt undir byggingini ? millum fýra og seks timburmenn, umframt teir sum hava gjørt onnur arbeiðir, sum t.d. elektrisitetið, málaraarbeiðið og hitan.
Kostnaðurin av hesum nýggja barnagarðinum, tá bæði bygningur og parkeringspláss er við, er 9.500 kr. fyri fermeturin.
Hesin prísurin er sum ein formul, ið slík bygging verður útroknað eftir. Nevnast kann, at ein í Havnini roknar við 13.500 kr. fyri fermeturin. Orsøkin til hetta er helst tann, at støðið er hægri til slíkar byggingar, og tí verða teir enn dýrari.
Tá Jóan Petur og hansara menn verða lidnir við arbeiðið er kostnaðurin av teirra parti tí slakar 10 mió. kr. Við eftirliti og øðrum fer barnagarðurin tí helst at kosta út ímóti 11 mió. kr.

13 mánaðir
Um stutta tíð kunnu børnini á Oyrarbakka fara í henda sameinda stovnin, við vøggustovu, barnagarði og frítíðarskúla.
Arbeiðið uppá barnagarðin byrjaði í mai mánaði í fjør, og var arbeiðstíðin tá sett til 13 mánaðir.
- Vit hava verið nakað seinkaðir av veðri, men vit ætla kortini at innheinta hesar seinkingarnar. So í juni er ætlanin at stovnurin skal vera liðugur, sigur Jóan Petur Vang við Sosialin.
Tað hevur verið ein spennandi uppgáva hjá monnunum at fara undir. Teir fingu eina skitsuætlan frá kommununi, har teir m.a. søgdu, hvussu stóran bygning teir ynsktu sær og hvat skuldi vera í.
Eftir tað fóru teir undir at fyrireika sjálvt prosjektið saman við øðrum, og tað er henda ætlanin, sum nú er komin væl áleiðis.
Í roynd og veru er her talan um eina pakkaloysn, har alt er íroknað, bæði tey stóru arbeiðini og tey smærru, so sum útgrevstur, stoyping, lyktapelar og kantsteinar. Uttanfyri skal eisini hampast um, eins og gerast skal eitt parkeringspláss til fleiri bilar.
Eitt er so uttandura, men innanveggja skulu børnini eisini fáa góðar umstøður og alt tað, ið annars hoyrir einum barnagarði til.
Stovnurin eigur frammanundan nógva útgerð til børnini, og verður henda tikin við yvir í tann nýggja bygningin. Okkurt nýtt verður sjálvandi eisini keypt til tann nýggja bygningin.