Nevndin fyri Framtaksgrunnin hevur ikki álit á, at Føroya Fiskasøla klárar at standa á egnum beinum. Tí eg fyritøkan løgd saman við Føroya Fiskavirking, sum Framtaksgrunnurin eisini eigur. Fiskasølan hevur seinnu árini ikki havtburðardygt grundarlag at bygt á, og tað hevur seinastu tvey árini gjørt, at Fiskasølan hevur havt hall. Tað eru avleiðingarnar av hesum, sum nevndin fyri Framtasgrunnin nú tekur.
Tað hevur elvt til ikki heilt sørt av politiskum roki, at nevndin fyri Framtaksgrunnin soleiðis »over night« kappaði høvdið av Fiskasøluni, sum onkur hevur málborið seg. Og so góðum líkt eru tað kanska serliga polirikarar úr ávísum valdømum og teir við ávísari politiskari ideologi, sum ganga undan í hesum víggi.
Men tað tekur nevndin fyri Framtaksgrunnin heilt róligt, sigur nevndarformaðurin, Dagmar Joensen.
?Vit eru sett í hetta starvið - hava fingið áheit um at taka tað á okkum - til at umsita teir almennu pengarnar, sum Framtaksgrunnurin hevur til taks. Og tað gera vit so, eftir sum vit halda vera best. Um vit hava politiskan uppbakning ella ikki, kemur sum so ikki málinum við. Eru politikararnir ikki nøgdir við okkara arbeiði, stendur teimum púra frítt at velja onkran annan næstu feðrð nevnd skal veljast. Nevndin hevur ongar ætlanir um at leggja frá sær av hesum, sigur hon.
Onga viðmerking
Dagmar Joensen, nevndarformaður í Framtaksgrunninum, er ikki serliga tíðindafró soleiðis yvirhøvur, tá spurt verður um hetta við kapping millum tvær fyri tøkur hjá Framtaktsgrunninum og um, hví ikki selt verður, tá tað beinleiðis stendur í viðtøkunum fyri Grunnin, at seljast skal, tá nøktandi boð eru.
Tó skilst á nevndarformaninnum, at nevndin ikki hevur hildið boðini, sum komin eru, hava verið nøktandi. Og hatta við, at tað stendur í viðtøkunum, at seljast skal, er bara eitt brot úr viðtøkunum, vísir hon á. Viðtøkurnar skulu, eins og aðrir tekstir, lesast í síni heild og ikki pettast sundur og brúkast, sum ein sjálvur heldur vera passandi.
?Tað stendur eisini í viðtøkunum, at nevndin skal umsita virðini hjá Grunninum á bestan hátt, og alt í alt hevur nevndin so ikki hildið, at ein søla ella tvær beint nú høvdu verið tað, sum hevði tryggjað virðini mest, sigur Dagmar Joensen.
Hon vísir á, at við eini samanleging av Fiskavirking og Fiskasøluni, kann kapitalur hjá fyritøkunum verða givin leysur, og tað fer at lætta um.
Vísir søgum aftur
Tað er avgjørt ikki undir trýsti frá Føroya Fiskavirking, at hetta, sum nú hendir, verður gjørt, sigur Dagmar Joensen. Hon vísir staðiliga aftur, at tað er leiðslan í Fiskavirking, sum kennir seg hótta av Fiskasøluni, tí Fiskasølan sjálv hevur flakavirki, sum arbeiða í kapping við Fiskavirking.
Tað hevur heldur einki at gera við, at tað ljóðar, at Føroya Fiskavirking flýtur tungt, sigur Dagmar Joensen. Og so vil hon heldur ikki gera fleiri viðmerkingar til tað.
Eftir stendur so, at nevndin fyri Framtaksgrunnin hevur ikki mett, at teir keyparar, sum hvør í sínum lagi hava boðið upp á Føroya Fiskasølu og Føroya Fiskavirking, hava verið nóg áhugaverdir til at tosa um sølu við.
Men hvønn Dagmar Joensen og restin av nevndini fyri Framtaksgrunnin so metir vera nóg áhugaverdan til at keypa »allan klumpin« í einum, vil nevndarformaðurin ikki siga nakað um.