Hondbóltur
Hetta varð almannakunngjørt á tíðindafundi, sum Hondbóltssambandið mánadagin helt í hølunum hjá Sunset Boulevard í SMS.
Eivind Jacobsen, formaður í HSF, greiddi frá, at hetta er ein liður í støðuga arbeiðinum hjá Hondbóltssambandinum at betra um inntøkugrundarlagið. Og tó at tað einki varð sagt um, hvussu stóra upphædd føroyskur hondbóltur fær aftur fyri avtaluna, so duldi formaðurin ikki fyri, at tað hansara eygum var ein upphædd, sum var alt-avgerandi fyri, um Føroyar yvir høvur skulu gera sær nakrar tankar um at taka lut í altjóða kappingum við A-landsliðum okkara.
Størsta sjónliga broytingin, nú nýggja avtalan er undirskrivað, er, at besta mans- og kvinnudeildin framyvir broyta navn. Hjá monnum fer kappingin í bestu deildini framyvir at eita Atlantic Airways-kappingin, og hjá kvinnunum verður nýggja heitið Sunset-kappingin.
Tað merkir so aftur, at verandi 2. deild broytir navn til 1. deild, eins og samsvarandi broyting sjálvsagt verður gjørd í deildunum niðanfyri hetta eisini.
Glaðir stuðlar
Eitt er, at formaðurin í HSF er fegin um nýggju avtaluna. Tað, sum kanska eisini er mest positivt fyri Hondbóltssambandið er, at báðir høvuðsstuðlarnir eisini tóktist vera sera væl nøgdir.
Atlantic Airways hevur seinnu árini ? serliga við fótbóltslandsliðnum ? profilera seg heilt nógv gjøgnum ítróttin, og marknaðarstjórin í felagnum, Kent L. Christensen, var ivaleysur, tá spurt varð, hvørt hetta var ein góður háttur at tengja eina positiva profil at felagnum.
- Eitt er, at vit á hendan hátt kunnu styrkja um profilin ella image?ið á felagnum. Men eg haldi eisini, at tað er meira enn bara tað. Vit hava jú lýst í nógvum miðlum í nógv ár, men av hesum eri eg ikki í iva um, at vit hava fingið mest fyri pengarnar gjøgnum fótbóltslandsliðið, sum jú fær eina ógvuliga góða eksponering.
- Nú verður so arbeiðið við hondbóltslandsliðnum byrja av nýggjum at kalla, og eg haldi heilt avgjørt, at hondbólturin í Føroyum er uppgangandi í løtuni. Tí vilja vit gjarna stuðla, og eins og vit við hesum eru við frá fyrsta degi, og tað rokni eg við fer at gagna okkara fyritøku, segði Kent, tá avtalan var undirskrivað.
Og eisini Rógvi Róin, sum umboðaði Sunset á tíðindafundinum, tóktist vera væl nøgdur um nýggja sáttmálan. Undan hesum hevur Sunset eisini verið høvuðsstuðul hjá kvinnulandsliðnum, og partvíst helt Rógvi eisini, at tann avtalan hevur skundað undir hesa, sum nú er gjørd.
- Vit hildu okkum í øllum førum fáa sera nógv afturfyri avtaluna við kvinnulandsliðnum, sum jú hevði eina framúr væl egnaða ferð í Italia.
- Hartil er tað heldur einki at ivast í, at hetta við at stuðla ítróttinum hóskar seg væl til tann kundabólk, sum vit royna at raka. Ikki endiliga fólk, sum íðka ítrótt á elitustøði, men hetta við at hava sunnan lívsstíl og at vera aktivur. Tí meta vit eisini, at vit fáa nakað burtur úr hesi avtaluni.
Sum nevnt, so varð ikki upplýst, hvussu stórar upphæddir sponsoravtalurnar fevndu um, men talan er so um tvey-ára sáttmálar, sum allir partar søgdu seg hava vónir um fóru at verða longdir til ta tíð.