Kvinnufelagið stuðlar valevnunum

Kvinnufelagið, sum í mong ár hevur stuðlað kvinnuligu valevnunum við ymiskum tiltøkum, hevur aftur í ár rætt teimum eina hjálpandi hond. Í ár verður Mettustova latin ókeypis til kvinnuligu valevnini at nýta sum teimum lystir

Kvinnufelagið í Havn hevur í fleiri ár verið ein dyggur stuðul hjá øllum teimum kvinnuligu valevnunum í Tórshavnar kommunu. Undan hesum ymisku valunum, hevur felagið millum annað skipað fyri tiltøkum í Norðurlandahúsinum, Meiarínum, Kommunuskúlanum og í Mettustovu. Í ár er tó ætlanin at veita stuðulin á ein nakað øðrvísi hátt.

Lata Mettustovu
Kvinnufelagið í Havn húsast í Mettustovu úti á Reyni. Og tað verður eisini Mettustova, sum verður karmur um stuðulin til kvinnuligu valevnini til býráðsvalið í ár.
? Vit hava tikið avgerð um, at lata øllum teimum kvinnuligu valevnunum Mettustovu til láns. So kunnu tær nýta húsið á bestan hátt, antin til politiska café, fundir ella annað, sum tørvur nú er á. Tær kunnu sjálvar ráða, greiðir Inga Ellingsgaard, limur í kvinnufelagnum frá.
Fyrr hevur felagið annars havt stórar kampagnur koyrandi fyri kvinnuligu valevnini, men tað gerst dekan ov dýrt í longdini. Lýsingarnar kosta ikki einki, og at leiga onnur høli til kvinnupolitiskar fundir, er eisini dýrt, greiðir Inga frá.
? Vit vilja allíkavæl so fegnar stuðla tær á onkran hátt og tí hava vit bjóðað teimum hølini hjá okkum at ráða yvir. Mær vitandi er tað enn bert Javnaðarflokkurin, ið hevur sagt ja takk, men vit skulu hava fund við allar flokkarnar mánadagin, so tá fáa vit at síggja hvussu verður, sigur Inga.
Hon leggur dent á, at Mettustova er eitt tilboð til allar flokkar.
? Sjálvandi er tilboðið galdandi fyri allar flokkar. Vit eru ikki eitt partapolitiskt felag, men vit vilja stuðla teimum kvinnum, sum velja at fara upp í politik, sigur hon.
Inga heldur, at tað er týdningarmikið fyri kvinnurnar at vita, at onkur er, sum bakkar tær upp og sum stuðlar tær, óansæð hvønn flokk tær stilla upp fyri.

Politiska skipan
Inga sigur seg halda, at kvinnur hava eina heilt øðrvísi hugsan um politikk enn mannfólkini hava.
? Tú sært menninar stilla upp val eftir val, meðan kvinnurnar ógvuliga ofta taka seg aftur, tá tær hava sitið í eini tvey skeið. Kvinnurnar blíva ikki við at vera í politikkinum alt lívið, vísir tað seg. Eg haldi, at vit prioritera lívið øðrvísi, tí tað vísir seg at konufólkini fara nógv skjótari úr politikkinum aftur í mun til menninar, heldur Inga.
Av tí, at menninir hava stýrt politiska pallinum so leingi, og tí teir sum oftast eru í meiriluta, kann tað hugsast, at politiska skipanin og arbeiðshættirnir eru lagdir til rættis av monnum til menn. Tað er millum annað tí, at Mettustova bert verður latin kvinnunum.
? Tað kann so væl vera, at kvinnurnar av og á hava tørv á at tosa saman einsamallar, uttan at verða órógvaðar av nøkrum. Hetta verður ein fínur møguleiki til tað. Eisini verður møguleiki at skipa fyri onkrum tvørpolitiskum. Og vónandi verður eisini skipað fyri onkrum, sum vit onnur eisini kunnu koma við til og fáa gleði av, sigur Inga.
Inga sigur, at tær í Kvinnufelagnum so inniliga vóna, at flokkarnir fara at taka av hesum tilboðnum, sum ikki kemur at kosta teimum eina krónu.
? Hetta skal vera okkara ískoyti til at hjálpa kvinnuligu valevnunum í ár, sigur Inga Ellingsgaard at enda.