So sprellaðu strandingarnir

Eftir ein laka byrjan, har einki hevur borið til, vundu strandingar seg upp, tá teir vitjaðu H71

Hondbóltur

Higartil í ár hevur tað ikki verið nakað serliga stuttligt at vera StÍF-viðhaldsfólk. Eftir fleiri ár, har liðið støðugt hevur verið við til at mynda føroyska hondbóltsoddin, er kósin í ár umløgd nakað.
Boðini hava verið, at ungir leikarar nú skulu sleppa framat, og tí hava pengarnir ikki verið nýttir til útlendskan styrk hetta kappingarárið.
Og tó at liðið vann fyrsta dystin á árinum móti Neistanum, so hevur staðið í botni síðani. Altso fram til sunnudagin, tí tá riggaði aftur hjá strandingunum.

Aftur á slóðina
Og tað var serliga við at leita aftur á slóðina, at tað hesaferð riggaði hjá StÍF.
Frá byrjan løgdu teir fyri við eini sera offensivari verju, har teir løgdu alstóran dent á at órógva stóru skjúttarnar hjá H71. Partvíst gav hetta útslag í, at hoyvíkingarnir gjørdust nógv minni vandamiklir, enn teir annars plaga at vera, og hartil fekk StÍF so eisini kontraálopini, sum áður vóru vørumerki teirra, men sum í ár hava mangla í ólukkumát.
Fram til steðgin leikaði tó rímiliga javnt á, men so varð enn ein trumfur sendur á vøllin. Síðani hálvfinaluna móti VÍF í steypakappingini í fjør, hevur Marian Cirloganescu verið skaddur í knænum, men nú røkist loksins fyri, at hann er tøkur aftur. Hesaferð fekk hann ein góðan hálvleik á vøllinum, og hóast tað man vera so sum so við dystarvenjingini, so sýndi hann í fleiri førum, at hann framvegis skal roknast millum avgjørt bestu málverjarnar í landinum.

Spruttaðu av spæligleði
Hetta gav av álvara at bíta seinastu tjúgu minuttirnar. Líka mikið, hvussu hoyvíkingarnir royndu, so fingu teir bóltin í meskarnar, og tá stóru menninir so fóru út at fáa eina tiltrongda pausu, skrædnaði av álvara. StÍF-spælararnir spruttaðu nú av spæligleði, og tá so er, so er ikki gott at standa fyri. Tá avtornaði, vóru átta mál á muni, og ikki minst munnu teir í StÍF fegnast um, at tað eydnaðist at halda mótstøðuni á einum so lágum máltali. Tað hevur fyrst og fremst verið verjuspælið, sum hevur haltað higartil í ár, men nú hetta er komið í rættlag aftur, er als ikki óhugsandi, at StÍF eisini fer at arga liðini, sum eru omanfyri H71 á talvuni.
Og so er spurningurin, hvørt hoyvíkingarnir nú eru fullkomuliga uppsteðgaðir. Tapið hesaferð økti ikki um frástøðuna til oddin, tí VÍF eisini var fyri tapi. Men skal liðið halda fast um støðuna sum avbjóðari, so má vend koma í nú. Komandi vikuskifti skulu teir royna seg móti Kyndli, og tað plagar at borga fyri spenningi.

Fakta um dystin
H71-StÍF 25-33 (14-16)
Málskjúttar
H71: Henrki Gerster 6(2), Halgir Dahl Olesen 4, Piti Negru 4, Johnny Durhuus 4, Esbern Patursson 3, Heini Bendtsen 2, Birgir Kass 1, Olaf Vesturgarð 1
StÍF: Sveinur Justinussen 8, Alexandur Johansen 5(1), Artur Johansen 5, Borgar Danielsen 5, Bent Djurhuus 4, Bárður Danielsen 3, Leivur Justinussen 1, Jón Rasmussen 1, André F. Danielsen 1
Brotskøst: H71 3, StÍF 3
Útvísingar: H71 10, StÍF 4
Dómarar: Uni Wardum & Hannis Wardum.