Fólkaræðið á Løgtingi

Bill Justinussen, løgtingslimur fyri Miðflokkin

Tað skelkaði meg at frætta, at munnligir fyrispurningar, sum er fast punkt á dagsskránni fyri tingfundir mikudag, fyribils er tikið av skránni við atliti til teir løgtingslimir, sum eru uppstillaðir til kommunuvalið. Óttin fyri, at tinglimir misnýta tingsins røðarapall til kommunuvalstríð sigst vera orsøkin. Eg havi framvegis ilt við at trúgva, at hetta er so, men um so er, fari eg sum tingmaður at mót-mæla hesi avgerð. Fyri okkum í andstøðuni er skipanin við fyrispurningum besta amboðið at reka andstøðupolitikk. Skipanin er sera grundleggjandi fyri fólkaræðið í landinum, tí hendan skipan tryggjar meiri enn nakað annað, at landsstýrismenn ikki gerast líkasælir í sínum arbeiði. Ein landsstýris-maður stendur til svars fyri Løgtinginum og harvið fólkaræðinum, og hann hevur skyldu at svara so væl sum tilber teimum spurningum, sum verða settir honum. Ein landsstýrismaður má ikki lúgva fyri tinginum, og tí ger hann sítt ítarsta fyri at svara so útgreinað sum gjørligt. Soleiðis fær almenningurin mangan innlit í mál, sum annars høvdu fingið loyvi at verið goymd og gloymd. Fyri okkum løgtingslimir er tað eisini ein forkunnugur rættur at vera umboð borgaranna beinleiðis til landsstýrismannin, sum borgarin ikki altíð hevur møguleika til at koma framat.
At hendan skipan órógvar landsstýrismannin í hansara arbeiði er slutur. Hetta er arbeiðið hjá landsstýrismanninum. Tað er honum álagt í skipanini at gera hetta arbeiðið, og tí er tað burturvið at tosa um órógv. Væl veit eg, at landsstýrismenn ikki altíð eru so glaðir fyri fyrispurningar, og væl veit eg, at fyrispurningar til tíðir kunnu tykjast høpisleysir, men samanumtikið er tað jú veljarin, sum skal meta um avrikini hjá løgtingslimum. Oddagreinin í Dimmu kann hava sína hugsan, men ikki er víst, at veljarin hevur somu hugsan.
At nokta tinglimum hesa atgongd er at gera seg inn á fólkaræðið, tí Føroya Løgting er landsins hægsta vald, og fólkið hevur á fólkaræðisligum grundarlagi sagt, at tey 32, sum har sita, í verandi løtu eru tey best egnaðu til starvið. So kann ongin seta seg yvir hesum og siga, at teirra arbeiði verður misrøkt. Tað kann bara veljarin avgera næstu ferð, val verður.
Vit, sum manna andstøðuna, hava eisini við verandi skipan eina beinleiðis skyldu at fylgja við tí arbeiði, sum landsstýrið ger. Samgongan hevur ein annan leiklut, í og við at hon jú er í parti við landsstýrismonnunum. Um vit hugsa okkum støðuna, at allir flokkar á tingi vóru í samgongu, hevði lítið ella onki orðaskifti yvirhøvur verið á Løgtingi. Tá hevði fólkaræðið av álvara verið í vanda, tí júst almenna ljósið ger, at trupult er hjá landsstýrinum at taka ivasamar avgerðir. Almenna ljósið er besta trygd fyri, at tað, sum landsstýrið ger, er í trá við galdandi reglur. Tí eigur leiklutur andstøðunnar ikki at undir-metast, hóast vit mangan kunnu tykjast at vera bæði kritisk, illgrunasom og negativ. Sjálvur vildi eg heldur enn fegin sloppið undan at sett kritiskar spurningar, men soleiðis sum fólkaræðisliga skipanin er samanskrúvað, er hesin leiklutur ein týdningarmikil partur í politiska arbeiðnum.
So, harri formaður, mín áheitan til Tygara er: setið munnligar fyrispurningar aftur á dagsskránna skjótast gjørligt.