Hondbóltur
Sum vit skrivaðu í gjár, so hevði Hondbóltsfelagið, Stjørnan, fingið í lag eina royndaravtalu við Televarpið, har heimadystir felagsins skuldu vísast á Rás1 hjá Televarpinum.
Tá greinin var skrivað í gjár stóð, at bert smálutir nú restaðu, áðrenn alt var endaliga klárt til sendingarnar, men nú vísir tað seg so, at ein av hesum smálutum gjørdist ein beinleiðis forðing. Hvørki Televarpið ella Stjørnan hava nakað loyvi at senda slíkar dystir.
Einki loyvi
Tað eru í dag bara Sjónvarp Føroya og Útvarp Føroya, sum hava loyvi til at senda frá føroyskum ítrótti, og so er líka mikið, um talan er um beinleiðis sendingar ella forskotnar sendingar, soleiðis sum talan ætlandi skuldi verða um hjá Stjørnuni.
Hetta staðfestir ÍSF-forsetin, Heðin Mortensen, tá vit fríggjamorgunin fingu orð á hann.
- Teir báðir stovnarnir rinda hvør í sínum lagi eina ávísa upphædd. Avtalan aftan fyri hetta ásetur millum annað, at stovnarnir hava frítt at senda frá øllum føroyskum kappingum og kappingum og dystum. Einastu dystir, sum ikki eru fevndir av hesi avtaluni, eru landsdystir. Tá mugu stovnarnir gera avtalu beinleiðis við avvarandi sersombindini. Hinvegin treytar ÍSF sær so ávísar treytir. Eitt nú at smærru ítróttargreinarnar eisini verða røktar. Uppgávan hjá okkum er so at fordeila hesar pengarnar, soleiðis at teir koma føroyskum ítrótti at frama. Fýrkantað sagt, so hevur eingin loyvi at fara inn á ítróttarmarknaðin uttan við loyvi frá ÍSF. Tann reglan er gjørd, soleiðis at vit hava nakrar ávísar karmar at virka undir, sigur Heðin.
Nýggj støða
Víðari sigur hann, at hetta er ein avtala, sum í fleiri ár hevur riggað fínt.
- Men nú er tað so broytt við hesi áheitanini um, at sleppa at senda ein hondbóltsdyst forskotið. Tað er jú ein møguleiki, sum ikki hevur verið áður, um Sjónvarpið er útilokað, so talan er um eina nýggja støðu. Vit hava síðani hetta kannað málið, og sum her, so er ikki heimild hjá teimum at senda dystin. Skal hetta kunna lata seg gera, so er neyðugt hjá Televarpinum at gera eina avtalu við ÍSF á jøvnum føti við SvF og ÚF, sigur ÍSF-forsetin, sum samstundis avsannar, at talan skal vera um nakra ekslusiv-avtalu, sum teir báðir stovnarnir hava við ÍSF.
- Hinvegin má eg siga, at eg skilji væl Stjørnuna, nú tey hava arbeitt við hesum møguleikanum. Tað er eitt átak, sum kann geva nakað til felagið, og tó at tað er tungt at fáast við Sjónvarpsframleiðslu, so kann væl vera, at hetta vildi borið til.
Hvørt talan so verður um føroyskan ítrótt á øðrum rásum enn ÚF og SvF framyvir, dugir Heðin Mortensen ikki at svara í løtuni. Men hann leggur dent á, at hann sum so ikki sær tann heilt stóra trupulleikan í hesum.
- Eg rokni við, at hetta er eitt mál, sum fer at verða tikið fram á komandi stjórnarfundi í ÍSF. Og er Televarpið áhugað í at gera eina avtalu, so dugi eg ikki at síggja nakran sum helst trupulleika við hesum, bara tær treytir, sum vit annars seta verða loknar. Um kapping kemur á økinum, so vil hetta helst bara vera føroyskum ítrótti at gagni, so tí hava vit einki ímóti, staðfestir Heðin at enda.










