sigur, at uppskotið, sum t.d. nú er lagt fram, er so fløkt og illa uppsett, at tað er ógvuliga trupult at lesa. At tað so harafturat í fleiri førum er talan um beinleiðis skeivar og villleiðandi upplýsingar [...] viðmerkingunum um hesa ógvusligu skerjing. Vilhelm Johannesen heldur, at hetta ber boð um fusk, og at hetta er eitt gott dømi um orðatakið ?skjótt er skitið verk. ? Men tað átti ikki at komið fyri, og so slett [...] ? Hetta er øgiliga tungt og trupult hjá tingfólki at hava við at gera. ? Hetta er so trupult at seta seg inn í, at mannagongdin avgjørt skuldi verið broytt. Vilhelm Johannesen er ein av mongum tingmonnunum
einum sigri kundi fara fram um Strømsgodset og sleppa av plássinum, sum ber tveir dystir um upp- og niðurflyting við sær. Men um vit skulu trúgva tí, sum norska blaðið VG skrivar, so hevði Kongsvinger, sum [...] í nakkanum, eftir at hesir vunnu 5-4 á Bodø/Glimt. Úrslitið ber boð um, at hesin dysturin hevur verið rættiliga undirhaldandi, og um vit hyggja eftir, nær málini komu, síggja vit, at hann eisini hevur [...] í 88. minutti javnaði Bodø/Glimt til 4-4. Men eisini hesaferð gekk bert ein minuttir, so var mál í hinum endanum, so Haugesund at enda vann 5-4. Ikki eitt gott úrslit fyri »føroyska« liðið í Noregi, nú
týdningarmikið, at man hvørt ár letur einar tveir ungar leikarar sleppa fram at liðnum. Um man letur ov nógvar sleppa fram at í senn, so verður liðið ikki nóg roynt til at fáa neyðugu úrslitini. Komandi k [...] eydnast stak væl, so merkir hetta ikki, at tað verður slakað í venjingini komandi ár. Hann sigur, at hann er bert harmur um tveir dystir í ár, og eru tað ósigurin móti B36 í landskappingini og so Europa-Cup tapið [...] at hann er sera glaður teirra vegna, tí at teir hava arbeitt so »seriøst« gjøgnum alt kappingarárið. Hvat orsøkin var til, at HB spældi so framúr væl, sum teir gjørdu leygardagin, er ilt at siga, men Ion
enntá betur um okkara mál enn okkurt sjálvstýrisfólk. Við øðrum orðum: í málspurninginum tapti sambandið so ruddiliga. Men hví so alla hesa mótstøðu, hví so alt hetta roksið, ið hevur darvað so ómetaliga [...] Ja, hví ikki, hóast hann er viðgjørdur so ofta, at tú mestsum fært sjóverk av honum, men hann er so tengdur upp í sambandsins sorgarsøgu, at vit sleppa ikki uttan um hann. »Vi føler os som danske«. Hesi [...] ómetaliga og hevur verið til so stóran ampa í staðin fyri at bretta upp um armar og hjálpa til? Er slíkt realistiskt? Á politiskum fundum, serliga fyrr, ikki so nógv nú, høvdu sambands politikarar tað fyri ikki
standa saman um at verja mannarættindini í øðrum londum. ?Frá í dag fara meiri enn ein millión limir í Amnesty International um allan heim at biðja myndugleikarnar í USA endurnýggja lyfti sítt um at lata [...] brotin,? sigur Pierre Sané, aðalskrivari í Amnesty International. ?Í spurninginum um mannarættindi í USA er alt ov ofta talan um eina tvíbýtta tjóð: Rík og fátøk, hvít og svørt, kallkyn ella kvennkyn.? Í hesum [...] bólkar um allan heim fremja, tí nógv av amboðunum, sum verða brúkt til at fremja hesi brot, koma úr USA.? Tað slagið av elektrosjokkvápnum, sum USA framleiðir, verður javnan nýtt til at pína offur um allan
hjá starvsfólkunum at halda eyguni við hesum børnunum, um tey støðast og slíkt, sigur Ann Elisabeth. - Vit ganga høgt uppí, at um vit fara út um skúlan, eru altíð fleiri starvsfólk við júst við trygdini [...] kortini verður ikki so nógv miðað eftir at røkka ávísum úrslitum, men heldur at geva børnum eitt gott og áhugavert upplivilsi. Ætlanin er so, at frítíðarskúlarnir skulu samstarva um verkstøðini og brúka [...] samband við háv. Tað kemst av, at børnini hava sæð eitt sjónband um háv og verðina, hann er ein partur av. - Vit hava eisini ætlanir um at arbeiða meiri við náttúruni og greiða børnum frá, hvussu alt hongur
møguleika, ikki uttan so, at tað er pláss á viðkomandi skúla. Tað hevur víst seg, at foreldrini finna loysnir fyri børnini og tí eru tey ikki so nógv, ið hava tikið av tilboði um ansing av børnum í øðrum [...] Tórshavnar býráð, har hann legði ætlan fram um, hvussu frítíðarskúlin kundi sæð út næstu 5-10 árini viðvíkjandi hølisviðurskiftum og barnatali. - Fyri at gera tað so fjølbroytt sum til ber er ætlanin frá [...] forskúlabørnum og børnum í fyrsta flokki. Upprunaliga fevnir hann eisini um børnini í øðrum og triðja flokki, men av tí, at tørvurin er so stórur, hava tey smáu framíhjárætt. - Tað er samtykt í sosialu nevnd
Karsten Hansen, at tá Jenis av Rana, løgtingsmaður, so altráur fyrst hevur spurt Anfinn Kallsberg og nú meg, so man hann hava gjørt sær sínar egnu tankar um, hvat eigur at verða gjørt, og hann er vælkomin [...] a. rentunullstillingum og avdráttarskáa saman við løgtingslógini um at hækka rentufrádráttin úr 40% upp til 48% var ein roynd at skipa so fyri, at meginparturin av sethúsaeigarunum kundu verða verandi í [...] sær til fíggjarstovnin við ynski um at fáa greiði á sínum skuldarviðurskiftum. ? Í hesum sambandi skal nevnast, at rentufrádrátturin er galdandi fyri hesi lán, sjálvt um húsini eru mist. Og at enda segði
komin til 1998, so hevur ikki eydnast stjórnini at koma við nakrari loysn. Tí, sum hann segði, so hevur stjórnin als ikki verið før fyri at viðgera hetta málið nóg væl. Harafturímóti, so hava fólk í norður [...] hann tosaði um hesi mentanarligu virðir. Hetta orðið merkir, at vera inngrógvin í samfelagið. Besta dømi um, hvat hetta í veruleikanum merkir hevði Ólavur Waag Høgnesen. Hann nýtti dømi um gomlu 54 støðina [...] Sjálvt um áhoyrarafjøldin ikki var tann heilt stóra, so var tað ein rættuliga áhugað áhoyrarafjøld, ið sunnukvøldið var komin saman í skúlanum í Porkeri at lurta eftir fyrilestrinum hjá Richard Apostle
helt hedlur ikki, at tað var tekin um samstarvsvilja, at Javnaðarflokkurin legði sítt egna uppskot fram um stjórnarskipanarnevnd, heldur enn at samstarva við samgonguna um teirra uppskot. Har Høgni Hoydal [...] samgongutingmonnunum um, at teir vóru so forstokkaðir, sum teir vórðu gjørdir til. Jóannes Eidesgaard gjørdi vart við, at Javnaðarflokkurin hevði sín fulla rætt til at leggja uppskot fram um tað teir vildu, [...] Og at tingmenn ikki eru á einum málið um hvussu hesar broytingar skulu gerast fingu vit sjón fyri søgn fríggjadagin tá onnur viðgerð av uppskotið landsstýrisins um ríkisrættarligu støðu Føroya var í tinginum