Sjálvt um áhoyrarafjøldin ikki var tann heilt stóra, so var tað ein rættuliga áhugað áhoyrarafjøld, ið sunnukvøldið var komin saman í skúlanum í Porkeri at lurta eftir fyrilestrinum hjá Richard Apostle. Hesin fyrilestur var ikki ein trúðarligur fyrilestur, sum navnið á manninum kundi bent á, men ein fyrilestur um, hvussu til ber at menna útjaðaraøkir í smásamfeløgum.
Partur av nýggja
granskingardeplinum
Tað var tann nýggi granskingardepilin í Klaksvík, ið hevði tikið stig til fyrilesturin í Porkeri, sum var fíggjaður av Suðuroyar Sparikassa. Richard Apostle er nevniliga tann maðurin, ið hesin nýggi granskingardepilin ætlar at seta sítt álit á, og hava stigtakararnir tí gjørt avtalu við hann, um at hann skal vera leiðari á deplinum.
Richard Apostle er professari innan samfelagsfrøði og mannfrøði á Dalehousie University í Halifax, og hevur hann arbeitt nógv við at kanna menningina av smásamfeløgum. Hann hevur millum annað í juni í ár, í samstarvi við lærda háskúlan í Tromsø í Noregi, útgivið eitt rúgvusmikið verk um júst hetta sama evnið.
Vit líkjast nógv hinum smásamfeløgunum
Apostle byrjaði fyrilesturin við tosa um fiskivinnukreppur í norður Noregi og Kanada, ið eins og í Føroyum hava verið stórur smeitur fyri samfeløgini. Men, sum hann segði, so hava tey á hvør sín hátt roynt at koma sær burturúr aftur kreppuni.
Hann greiddi frá stóru kreppuni, ið rakti Kanada í 1992, tá ið toskurin við New Foundland heilt hvarv. Og hóast vit nú eru komin til 1998, so hevur ikki eydnast stjórnini at koma við nakrari loysn. Tí, sum hann segði, so hevur stjórnin als ikki verið før fyri at viðgera hetta málið nóg væl.
Harafturímóti, so hava fólk í norður Noregi verið før fyri at fingið bilbukt við fiskivinnukreppuni, ið rakti tey í 1989, soleiðis at ein í dag kann siga, at kreppan hjá teimum endaði í 1993.
Apostle segði orsøkina til, at kreppan í norður Noregi endaði so skjótt var, at norðmenn fóru beinan vegin inn og steðgaðu fiskiskapinum á hóttu fiskastovnarnar. Harafturímóti er støðan í New Foundlandi tann, at stjórnin hevur brúkt eina rúgvu av peningi fyri at fáa fólk í aðrar vinnur enn fiskivinnuna. Hetta hevur ikki eydnast, og tískil er kreppan bara versna, av tí at so stór peninganøgd er nýtt og einki fingið burturúr.
Gagnnýta
mentanarligu virðini
Eitt, ið Richard Apostle kom nógv inn á, var týdningurin av okkara mentanarligu virðum. Hann legði dent á, at eitt samfelag, sum t.d. Føroyar, ið hevur eina rúgvu av gomlum mentanarligum virðum, skal stremba eftir at kunna gagnnýta hesi virðir vinnuliga í nútíðarsamfelagnum.
Hann nýtti nógv orði embeddedness, tá ið hann tosaði um hesi mentanarligu virðir. Hetta orðið merkir, at vera inngrógvin í samfelagið. Besta dømi um, hvat hetta í veruleikanum merkir hevði Ólavur Waag Høgnesen. Hann nýtti dømi um gomlu 54 støðina í Klaksvík. Fólkini, ið arbeiddu har, vóru so inngrógvin í arbeiðið og samfelagið, at væl bar til at ringja til støðina og spyrja um telefonnummarið hjá elsta soninum hjá einum ella øðrum gomlum manni úr Klaksvík, uttan at neyðugt var at ivast í at fáa svar.
Tað, ið Aposle vildi hava okkum at skilja, viðvíkjandi hugtakinum um at vera inngrógvin var, at vit mugu ansa eftir, ikki at halda so fast við tey gomlu virðini, at vit ikki koma víðari. Men, tað ið vit skulu gera er, at vit skulu flyta okkara gomlu virðir til nútíðarsamfelagið og gagnnýta tey á bestan hátt har. Eitt dømi um hetta var, at vit kunnu nýta teir inngrógvnu eginleikarnar, ið fólk í smáum samfeløgum hava viðvíkjandi tøttum sambandi við hvønn annan til at samskifta við onnur smásamfeløg gjøgnum internetið. Gjøgnum internetið kundu vit so skift ímillum okkum royndir innan øll mugulig viðurskifti, ið smásamfeløg hava felags.
Verið varin við-
víkjandi ferðavinnuni
Apostle helt, at vit skulu vera varin viðvíkjandi ferðavinnuni í Føroyum. Vit skulu ikki leggja okkum eftir, at ferðavinnan skal gerast tann heilt stóra bjargingin fyri okkum.
Orsøkina til hetta segði hann vera, at flestu størvini innan ferðavinnuna eru láglønt tænastustørv, ið hvørki geva tað stóra avkastið í lumman hjá tí einstaka ella sum skattur í landskassan.
Týdningarmikið at kunna nýta útbúgvið fólk
Móti endanum tosaði Richard Apostle um, hvussu týdningarmikið tað er, at kunna nýta útbúgvin fólk úti í útjaðaranum, eins og tey verða nýtt á meginøkjunum.
Hann nevndi, at tað var farin fram ein verulig útflyting av ungum fólki burtur frá útjaðaraøkjunum í Kanada. Orsøkina til hetta segði hann vera teirri, at foreldrini høvdu eggjað hesum ungu til at nema sær útbúgving, og tá ið tey vóru liðug við útbúgvingina, so var einki starv í útjaðaranum, ið tey kundu nýta útbúgvingina til.
Ólavur Waag Høgnesen greiddi síðani frá, at støða var tann sama í Føroyum, og Apostle kom við teirri loysn, at útjaðaraøkini kundu leggja seg eftir at selja vitan gjøgnum internetið. Á hendan hátt kundi tað gjørst liviligt í útjaðaranum, eisini hjá fólki við útbúgving, helt hann.










